Onnur tíðindi

Túsund takk

Bátafestivalurin 2017 á Toftum bleiv seinasta leygardag hildin í allar besta veðri. Millum 70 og 80 bátar vóru í bátafylginum, sum legði leiðina úr Skálafirði kl. 13.00 út á Toftir, her teir vóru uml. kl 14.00.

Harmonikuliðið er fastur fúsur á bátafestivalinum og tað tók ímóti við góðum harmonikutónum. Jan Højgaard, formaður í Føroya Fiskimannafelag, helt talu og bjóðaði vælkomin. Allar manningarnar vóru síðani bodnar til suppu.

Eisini nógv fólk vitjaðu Bátafestivalin yvir land. M.a. kom eitt ellisakfarsfylgi, eitt motorsúklufylgi og Rynkebysúklarar á festivaløkið, og setti hetta eisini ein serligan dám á dagin.

Nógv fólk hugnaðu sær á festivaløkinum allan dagin, sum endaði við stórdansi við Hallur Joensen Band.

Bátafestivalurin eydanðist sera væl. Men aftanfyri liggur eitt megnar arbeiðið, sum Bátafelagið á Toftum og fólki aftanfyri felagið, legði fyri dagin. Nes kommuna takkar teimum hjartaliga fyri stóra arbeiðið, sum verður gjørt ár um ár soleiðis, at møguleiki er fyri at halda Bátafestival á Toftum, okkara íbúgum og vitjandi til stóra gleði.

Eisini takkar kommunan fyri, at tað er tikið so væl ímóti Várdøgum, sum Nes kommuna í ár fyriskipaði fyri 4. ferð.

Takk fyri felagsskapir og einstaklingar, at tit hava tikið so væl ímóti og hava gjørt Várdagar møguligar við teimum tiltøkum, sum vit í felag hava skipað fyri. Uttan tykkum, eingir Várdagar.

Vegna Nes kommunu
Jóhannus Danielsen
borgarstjóri

Í myndasavninum eru myndir at síggja frá Várdøgum og Bátafestivalinum:

Bátafestivalurin 2017
Várdagar 2017- Ymisk tiltøk
Várdagar 2017 – Túrur við Norðlýsinum
Várdagar 2017 – Bygdasøguútgáva
Várdagar 2017 – Sangløta í teltinum