Týskvøldið var framløga á Svangaskarði av nøgdsemiskanningini hjá Barnagarðinum, sum Lóður hevur gjørt fyri Nes kommunu.
Fitt av fólki møtti til framløguna, og hýrurin var góður, tí staðfest var, at gongdin hjá stovninum er sera jalig.
Í 2020 luttóku foreldur og starvsfólk í líknandi kanning, sum tá vísti eina mynd av einum stovni við ymsum avbjóðingum. Síðani hevur verið arbeitt miðvíst við at betra um ymisk viðurskifti. Miðvísa arbeiðið hjá stovninum hevur givið góð úrslit, sum bæði foreldur og starvsfólk staðfestu í kanningini, ið nú bleiv løgd fram.
Nes kommuna fegnast um góðu gongdina, og at Barnagarðurin á Svangaskarði nú kann metast at verða millum Føroya bestu dagstovnar.
Kommunan fer hervið at takka leiðslu, starvsfólkum og foreldrum fyri sera gott og gevandi samstarv. Eisini nýta vit høvið at takka Hera Joensen frá Lóður fyri at hava samskipað og staðið fyri kanningini.