Týsdagin 26. mars 2019 gjørdist Tofta skúli føroyameistari í flogbólti fyri 4. flokkar.
Vinnarin varð funnin í Høllini á Hálsi, tá økisvinnararnir frá øllum landinum dystaðust um endaliga meistarheitið.
Tilsamans vóru 194 børn við, sum vóru býtt upp í 45 lið.
Nr. 1. gjørdist Tofta Skúli,
2. Gøtu Skúli
3. Sørvágs Skúli.
4. Skúlin á Løgmannabreyt
5. Skúlin í Trongisvági
6. Skúlin á Skúlatrøð
7. Eiðis Skúli
8. Vestmanan Skúli
Tað var sera javnt millum flokkarnar, men samanumtikið ein sera væleydnað kapping, har allir næmingarnir vóru á vøllinum.
Gjøgnum allan veturin hava Anna Frederiksen og Peter Morell, sum vóru við til at vinna Ársins Ítróttaátak, skipað fyri skúlakappingum og venjingum í skúlaflogbólti runt alt landið og hetta var endin á vitjanunum á skúlunum henda veturin.
Nes kommuna ynskir næmingunum í 4. flokki til lukku við føroyameistaraheitinum í kappingini flogbørn.
Kelda: Flogbóltssamband Føroya