Hjá flestu fólkum er veturin og jóltíðir ein vanligur partur av árinum, men hjá fólki, sum eru sálarsjúk, kann hetta vera ein serliga torfør árstíð. Bituff hevur heitt á Tormóð Stórá, leiðara á Psykiatriska Deplinum, um at hava ein fyrilestur og svara spurningum um hetta evnið, ið hevur so stóra ávirkan á gerandisdagin hjá fólki við sálarsjúku og teirra avvarandi.
Umframt fyrilesturin við Tormóði Stórá, fer Anna Nolsøe Joensen at siga sína søgu um hvussu tað er at liva við sálarsjúku og Olga Maria undir Skarði fer at greiða frá, hvussu tað er at hava ein sálarsjúkan í familjuni. At enda verður eitt kjakpanel, leitt av Maibritt Højgaard, sálarfrøðingi. Við í panelinum eru Tormóður Stórá, Anna Nolsøe Joensen, Olga Maria undir Skarði og Laura Apol, næstforkvinna í Sinnisbata.
Tiltakið verður í Løkshøll mikukvøldið 7. desembur frá kl. 19.30 til 22.00.
Atgongumerki á 195 kr. fáast áwww.loksholl.fo, ella við dyrnar á 250 kr.