Onnur tíðindi

Tekningar av endurskaptum fjósi sum savnsbygningi

Í sambandi við 200 ára haldið fyri V. U. Hammershaimb á Nesi í dag, leygardagin 23. mars, nýtti Fornminnisfelagið í Nes kommunu høvi at almannakunngera eitt uppskot til endurskapan av prestagarðsfjósinum við Gamla Prestagarð sum savnsbygningi.

Eitt hefti er gjørt, sum vísir tekningar og frágreiðingar um hugskotið til endurbygging av fjósinum í nútímans útgávu. Heftið kann takast niður sum pdf her.