Onnur tíðindi

Team Rynkeby vitjar hósdagin kl. 13.15

Hósdagin 7. juli frá kl. 13.15 til kl. 13.45 verður hugnaløta á havnalagnum í samband við at Team Rynkeby Føroyar vitjar á Toftum.

Hervør á Torkilsheyggi við bólki syngur og Nes kommuna handar Team Rynkeby Føroyar stuðul.

Kommunan bjóðar okkurt gott til høvið.

Vónandi møta borgarar í øllum aldri fjølmentir til hugnaløtuna.

Hjartaliga vælkomin!

Nes kommuna