Onnur tíðindi

Team Rynkeby vitjar á Toftum í morgin

Í morgin 6. juli byrjar Team Rynkeby Føroyar sína ferð til París í 2017. Ferðin byrjar í Klaksvík kl 11.00 og á túrinum til Havnar gera tey ymiskar steðgir, m.a. á Toftum kl. 14.00

Teir 45 Rynkeby súkklararnir verða á Toftum kl.14.00 og steðga í ein hálvan tíma við Undirhúsið. Nes kommuna og Undirhúsið eru vertir fyri einari lítlari hugnaløtu, har høvi verður at heilsa uppá súkklararnar og ynskja teimum góðan túr. Borgarstjórin og umboð fyri Undirhúsið fara at bera fram heilsanir.

Øll eru hjartaliga vælkomin.