Onnur tíðindi

Tarira framførir Shakespeare í Tofta skúla

Norðurlandahúsið lýsir framførsluna soleiðis:

Í sambandi við 400 ára dagin hjá William Shakespeare, sum var 23.apríl í fjør, hevur kórið Tarira undir leiðslu av Jóhannes Andreasen vant eina heldur óvanliga skrá, ið aftur verður framførd á tveimum konsertum.

Tær verða ávikavist í Klingruni í Norðurlandahúsinum og í Tofta skúla.

Men júst tað sjáldsama og tað ótrúliga klæðir væl rithøvundinum, sum er í miðdeplinum á hesari framførsluni. Øll munu kenna úrmælingin William Shakespeare, eisini tey, sum kanska ikki lesa yrkingar ella ganga til sjónleik, tí honum slepst ikki undan. Til dømis er hann upphav til fleiri orðatøk; tað var hann, sum skrivaði “…We are such stuff as dreams are made on”; upprunaliga ein orðing, sum kemur fyri í The Tempest (Harðveðrið).

Og við tað at høvundurin var ein guðsnáðaður dramatikari, er jú upplagt at fáa sjónleikin við í framførslurnar. Tað verða sjónleikararnir Ria Tórgarð og Gunnvá Zachariasen frá Tjóðpalli Føroya, sum fara at lesa upp og framføra ymiskt Shakespeare tilfar, ið er týtt til føroyskt.

Tarira hevur, síðani kórið varð stovnað fyri skjótt fimtan árum síðani, lagt seg eftir at framføra tilfar, sum ikki áður er framført í Føroyum, og tað mesta av  tilfarinum á Shakespearekonsertini er ikki framført her um leiðir.

Hetta merkir tó ikki, at tilfarið á Shakespearekonsertunum er torskilt. Talan er um eina sera fjølbroytta konsert við plássi fyri bæði dapurleika og skemti.

Á skránni eru m.a. tríggjar framførslur av verkum, sum ávikavist Pauli í Sandagerði, Unn Paturson og Tróndur Bogason hava skrivað til kórið, eins og bæði eldri og nýggjar kompositiónir hjá ymiskum útlendskum tónaskøldum.

Framførdir verða millum annað tríggir Shakespearesangir, sum bretska tónaskaldið R.Vaughan Williams skrivaði í 1951. Upprunaliga vórðu hesir sangirnir gjørdir til eina kórkapping, og teir eru av sonnum eisini ein avbjóðing at syngja. Tað sama er galdandi fyri teir fýra Shakespearesangirnar hjá Jaakko Mäntyjärvi, sum eisini eru hugfarsligir og undirhaldandi; Tarira framførdi tveir teirra á Kórfestivalinum í fjør og vann eina virðisløn fyri framførsluna.