Onnur tíðindi

Talgilt kort við staðarnøvnum

 

Á vári í 2013 samtykti bygaráðið í Nes kommunu at geva út søguna um bygdirnar Nes, Toftir og Saltnes. Bind 1 og 2 komu út 4. mai 2017. Rithøvundur var Helgi Jacobsen.

Í august 2018 kom bind 3 út, ættarsøgan. Tilfarið byggir mest á skrivliga tilfarið, sum Thorleif Hansen hevði liggjandi. Thorleif Hansen og Helgi Jacobsen samstarvaðu um sjálva útgávuna.

Bygdaráðið umrøddi fleiri ferðir, meðan bygdasøgan varð skrivað, hvussu gerast skuldi til tess at varðveita staðarnøvnini. At enda varð avgerð tikin um at heita á Janus Jensen  um at fara undir at samskipa staðarnøvnini. Seinni varð eisini heitt á Ólav Magnussen um hjálpa Janusi. Avgerð varð eisini tikin um, at tilfarið um staðarnønini skuldu gevast út talgilt.

Týskvøldið 31. okt. var so almenn framløga í Tofta skúla. Tað var góð uppmøting.

Súni í Hjøllum, borgarstjóri, bjóðaði vælkomin og takkaði Janusi og Ólavi fyri gott arbeiði. Vegna Nes kommunu takkaði hann eisini øllum teimum mongu, sum á einhvønn hátt høvdu verið við til tess at fáa eitt so gott úrslit.

Janus Jensen greiddi frá tilgongdini í arbeiðinum, um keldutilfarið og hvussu tilfarið kann brúkast, nú tað verður lagt út á heimasíðuna hjá Nes kommunu undir leinkjuni ”staðarnøvn”.

Ólavur greiddu frá søguligum tilfari, eitt nú um søguna um gamla prestagarðin á Nesi.

Dagfinn Højgaard, sum hevur skrivað uppgávu um staðarnøvn í Nes kommunu í samband við sín lestur á Fróðskaparsetrinum, greiddi eisini frá um staðarnøvn við atliti til tað málsliga.

Menninir í Undirhúsinum sungu tveir sangir og vóru við til at seta ein góðan dám á áhugaverdu framløgurnar.

Meira kann síggjast um staðarnøvnini við at fara inn á nes.fo og trýsta á leinkjuna ”staðarnøvn”.