Tað er vísindaliga prógvað, at svimjing er góð fyri likam og sál.
Ella sum ein fyrrverandi elitusvimjari, sum nú arbeiðir sum serlækni í barnasjúkum, segði í eini samrøðu fyri nøkrum árum síðan:
- “Øll kunnu fáa nógv burturúr svimjing, bæði tey, sum eru í góðari venjing, eins væl og tey, sum ikki eru í venjing.
- Bara við at fara í hylin og halda sær uppi, brennur tú kaloriur
- Pulsurin hækkar av at svimja, og tað er góð venjing
- Svimjing er góð motión fyri at mýkja vøddarnar
- Vilt tú vera væl fyri, men hevur trupulleikar við vanligari rørslu, ganga, renna ella súkkla, so er svimjing ein góður valmøguleiki
- Tú avmarkar overving, og tú venur allar liðir
- Svimjing linnar gikt
- So at siga eingin skaði stendst av svimjing
- Svimjing eru eini góð ráð, um tú vilt klænka ella missa í vekt”
Føroyingar hava verið og eru av náttúrligum orsøkum dagliga tætt uppat havi og vøtnum.
Sum siglandi fólk løgdu forfedrar okkara stóran dent á at læra børnini at svimja. Og tað er ikki ókent frá víkingatíðini, at í uppalingini var eisini stórur dentur lagdur á, at hin ungi dugdi hesa ítróttargrein eins væl og vápnaleik.
Men eisini í nýggjari tíð hevur verið stórur dentur verið lagdur á hesa ítróttargrein. Í 1930-unum gjørdist svimjing lærugrein í føroysku skúlunum. Tá varð eisini setttur serstakur lærugreinaráðgevi at menna hesa ítróttargrein í fólkaskúlanum.
Fleiri kommunur um alt landið gjørdu uttandura svimjihyljar, og nógv børn lærdu at svimja, hóast vatnið var kalt og umstøðurnar annars primitivar.
Her í økinum fór svimjingin fram á Toftavatni ella á sjónum. Hetta var eisini galdandi í mínum barndómi; men vit vitjaðu eisini uttandura svimjihylin í Havn.
So hvørt sum árini gingu og tíðirnar batnaðu í 1970-unum eins og tilvitið hjá myndugleikum og einstaklingum um týdningin av svimjing øktist, fóru land og kommunur undir miðvísa útbygging av innandura svimjihyljum við neyðugum hentleikum.
Her á Toftum kom so nýggjur svimjihylur í 1981, tá ið skúlin varð útbygdur. Lokala ynski var at fáa ein 25 metrar langan hyl, men tað gjørdist so til 16,7m. Hóast styttri hyl enn ætlað, so var hetta eitt stórt frambrot fyri okkara skúla og fyri fólkið her í økinum.
Skiftandi kommunustýri í Nes kommunu hava raðfest svimjihylin. Seinastu árini eru munandi og alneyðugar umvælingar gjørdar. Eisini ábøtur, sum hava til endamáls at skapa betri inniluft – eisini við atliti til endurnýtslu til tess at minka um orkunýtsluna.
Tá ið svimjifelagið Flot varð stovnað í 1984, so var hetta eitt stórt frambrot. Tá kom rættiliga ferð á svimjingina her í økinum – og sum heild eisini í Suður-Eysturoy.
Tað vóru eldsálir, ið stovnaðu felagið. Og tá ið hesi fólk av náttúrligum ávum løgdu frá sær, so stóðu aðrar eldsálir klárar at taka við.
Millum ár og dag hava formenn, forkvinnur, nevndarlimir, venjarar og foreldur lagt stóra orku í og brúkt nógva tíð til hetta umráðandi arbeiði. Og lat meg leggja afturat, at hesi undangongufólk hava ikki hugsað um kommunumark, so Flot hevur fevnt um stóran part av Eysturoynni.
Vegna býráðið í Nes kommunu vil eg hjartaliga takka tykkum øllum fyri tykkara dygdargóða arbeiði, sum hevur borið góða frukt. Tey eru mong, sum hava lært at svimja í hylinum í Tofta skúla, Vit mugu í dag so heldur ikki gloyma týdningin, sum svimjihallirnar hava fyri tilkomin, og eldri eisini, sum motion og avstressing. Svimjihallirnar skapa veruliga karmar til møguleikan at varðveita eina sunna sál í einum sunnum likami.
Fleiri av svimjarunum í Flot hava ímillum ár og dag gjørt seg galdandi í fremstu røð í Føroyum eins væl og uttanlands. Flot hevur umboðað Nes kommunu og Suður-Eysturoy á ein fyrimyndarligan hátt.
Fyri býráðið í Nes kommunu fari eg so við hesum fáu orðum enn einaferð at ynskja Flot hjartaliga tillukku við 40 ára degnum, takka tykkum hjartaliga fyri munagott arbeiði og fyri sera gott samstarv.
Súni í Hjøllum, borgarstjóri.