Mikukvøldið 31. mai kl. 18 er tiltakið summarkvøld við Toftavatn aftur á skrá. Talan er um eitt afturvendandi tiltak, ið tekur støði í verkætlanini við gøtuni runt Toftavatn, ið Nes og Runavíkar kommunur eru felags um
Farið verður avstað av tveimum støðum kl. 17.50: frá Skúlanum við Løkin og av Svangaskarði. Ingi Højgaard flytir fram røðu.
Roysnið skipar sum vant fyri rennikapping, har tveir rennarar koma at renna teinin runt innara vatn hvør sín veg. Hendan renningin hevur verið forkunnug á hvørjum ári, og er tað ikki minni í ár. Týsdagin fara tveir av sterkastu langteina rennarunum í Føroyum, oyggjaleikaaktuelli Jan Elmar Sørensen og ein av favorittunum til Tórshavn Marathon næsta vikuskifti og hálvi Nes-maðurin Andrias Hansen at renna kapp um vatnið.
Talan er um eitt sera hugnaligt barna- og familjuvinarligt tiltak, har burgarar og sunkist verða at fáa ókeypis.