Mánakvøldið var almenn framløga í Tofta skúla, av trimum uppskotum, sum Nes kommuna hevur útvegað til skipan av økinum kring bátahylin, í Oyrunum, á Toftum. Umleið 100 fólk vóru til áhugaverdu og spennandi framløgunar.
Til tess at fáa ymisk hugskot til eina ætlan fyri økið, hevur Nes kommuna fingið til vega trý uppskot frá trimum arkitektum / ráðgevum. Talan er um fyritøkurnar Formo/Arkitektar 99, SNA og FuglArk. Uppskotini kunnu síggjast her:
Uppskotini eru partur av tí hugskotsarbeiði, sum er ígongd, til tess at skipa og víðka økið kring bátahylin.
Bygdarráðið í Nes kommuna hevur ynski um, at menna økið við bátahylin á Toftum, soleiðis at tað gerst eitt savningarstað við miðstaðarøki, og at rúm skal verða fyri ymsum virksemi í tilknýti til:
– bátar og útróður við tilhoyrandi skúrum og goymslum
– frítíðarvirksemi
– bátafelagið og bátastevnur
– ferðavinnu, so sum sølubúðir og veitingarstøð av ymsum slag
– íbúðir
sum skipast á tílíkan hátt, at tað er innbjóðandi at vera í økinum bæði fyri tey, ið skipa fyri virksemi og fyri tey, sum luttaka í virkseminum ella gagnnýta tilboðini í økinum.
Talan er ikki um eina kapping, men endamálið er at fáa ymisk uppskot, ið Nes kommuna kann nýta sum grundarlag fyri víðari arbeiði við skipan av økinum. Sum frálíður er hugsandi, at ein sersamtykt verður gjørd fyri økið, ið kann stýra bygging og virksemi í økinum, eins og Nes kommuna kann fremja grundleggjandi íløgur í tráð við samtyktina, og soleiðis skapa fortreytir fyri komandi virksemi.
Eisini er endamálið við uppskotunum og framløgunum at fáa kjak ílag millum borgarar, sum kunnu koma til kommununa við teirra viðmerkingum og hugskotum.