Lærarastørv og størv sum stuðul í Tofta skúla
Hesi størv verða lýst leys til skúlaárið 2017/2018 til setanar frá 1.august 2017:
· 1 tíðaravmarkað lærarastarv vegna lærara í farloyvi
· 1 tíðaravmarkað lærarastarv vegna lækkað tímatal, serligan tørv og møguligar avlopstímar.
· 1 tíðaravmarkað lærarastarv vegna lækkað tímatal, serligan tørv og møguligar avlopstímar. Endaliga tímatalið verður ásett eftir 1. september.
· 5 tíðaravmarkað størv sum stuðul skúlaárið 2017/2018:
Størvini hava setanarbrotið: 0,475 – 0,455 – 0,397 – 0,392 og 0,332
Talan er um stuðul til næmingar, sum hava serligan tørv
Skúlanum tørvar lærarar, ið serliga kunnu átaka sær:
· ert fyrikomandi, umhyggin, álítandi og dugir at samstarva
· vil taka á teg tær uppgávur sum eru í skúlanum
· í samstarvi við leiðslu og starvsfelagar vil vera við til áhaldandi at menna skúlan
Førleikakrøv:
Útbúgvin sum fólkaskúlalærari. Ynskiligt er, at umsøkjarar hava starvsroyndir í fólkaskúlanum.
Lønar- og setanartreytir:
Lærarastørvini verða sett sum sáttmálasett størv, uttan so at tey, ið sett verða, eru tænastumannasettir lærarar frammanundan.
Lærarastørvini verða lønt í lønarflokki 18.1 – 29.2 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.
Størvini sum stuðlar verða lønt sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið.
Umsóknir:
Umsóknir við c.v. og avriti av prógvum skulu sendast til: tof@skulin.fo og vera skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi týsdagin 23.mai kl. 12.00.
Nærri fæst at vita um størvini frá Maritu Dalsgaard, skúlastjóra á tlf. 447332 & 565005.
_____________________________________________________________________
Tofta skúli hevur komandi skúlaár 194 næmingar í 1. – 10.fl.
Tú kanst lesa meira um okkum á heimasíðuni www.toftaskuli.fo