Onnur tíðindi

Starvsfólk til barnagarðin á Svangaskarði

 

Nes kommuna leitar eftir tveimum starvsfólkum til at arbeiða í Barnagarðinum á Svangaskarði. Barnagarðurin á Svangaskarði er stovnur undir Nes kommunu.

Í Barnagarðinum á Svangaskarði eru 3 vøggustovur, 1 smábarnastova og 4 barnagarðsstovur við tilsamans 124 børnum. Á stovninum starvast í løtuni 35 starvsfólk, umframt leiðaran. Stovnurin liggur í náttúruvakra umhvørvinum beint við stadionøkið á Svangaskarði og tætt við Toftavatn.

Vit søkja eftir tveimum námsfrøðingum/hjálparfólkum

  • 1 fast starv á 30 tímar um vikuna
  • 1 tíðaravmarka starv 30 tímar um vikuna frá 01.11.24 – 30.10.25

Væntanir

Tað er umráðandi, at umsøkjarar hava hug og hegni at arbeiða í einum fakligum umhvørvi og vera við til at leggja til rættis tað námsfrøðiliga arbeiðið.

Vit vænta, at umsøkjarin

  • leggur dent á gott samskifti við børnini, starvsfólk og avvarðandi
  • hevur umsorgan fyri børnum
  • er íðin, nærlagdur og álítandi
  • er nýhugsandi og ígongdsetandi

Vit bjóða tær eitt starv, har trivnaður og sambond eru grundarlagið fyri menning og trivnaði hjá børnum, foreldrum og starvsfólkunum.

Arbeitt verður við TÍTT (tiltøk í tøkum tíma), sum er eitt amboð til at skapa trivna og samstarv ímillum stovn og foreldur.
 

Setanar- og lønarviðurskifti

Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya

Sambært § 4 í barnaváttanarlógini hevur Nes Kommuna skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv, og er setanin tí treytað av, at barnaváttan fæst.

Umsókn

Umsóknir saman við prógvum og møguligum viðmælum skulu vera Nes Komunu í hendi í seinasta lagi 22.10.24.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Jørgin Olsen leiðara, tlf 565021 ella Duritu Skoradal Hansen varaleiðara tlf 749362.