Onnur tíðindi

Starvsfólk heiðrað fyri trúgva tænastu

Oddvør Højgaard hevur starvast hjá Nes kommunu síðani 15. Mars 1988, tó hevur hon verið burtur frá í eitt stutt skifti. Oddvør arbeiddi fyrst sum dagrøktarmamma, og síðani 1. August 2001 hevur Oddvør arbeitt í frítíðarskúlanum.

Julianna Nesá hevur starvast síðani 1. September 1994 sum dagrøktarmamma í Nes kommunu, til hon í summar byrjaði í nýggju vøggustovuni.

Annie í Hjøllum hevur starvast hjá Nes kommunu síðani 1. Apríl 1994, hon hevur eisini verið burtur í eitt stutt skifti. Fyrstu árini arbeiddi Annie sum dagrøktarmamma, og síðani 1. Mars 2005 hevur Annie vaskað í svimjihøllini í Tofta skúla.

Aksel Højgaard, sum í dag er leiðari í teknisku deild, hevur arbeitt hjá Nes kommunu síðani 30. Apríl 1994.

Jan Petersen, sum í dag er arbeiðsformaður í teknsku deild, hevur arbeitt hjá Nes kommunu síðani 15. Mai 1996.

Kristinn Nordendal hevur arbeitt hjá teknisku deild í Nes kommunu síðani 1. September 1996.

Á árliga jólaborðhaldinum hjá starvsfólkunum í Nes kommunu seinasta fríggjakvøld, handaði borgarstjórin, Jóhannus Danielsen, starvsfólkunum gávu og jóladekoratiónir, og takkaði teimum fyri trúgva og góða tænastu.