Onnur tíðindi

Arbeiðsfólk/handverkari til Nes kommunu

Søkt verður eftir tveimum arbeiðsfólkum/handverkarum til Nes kommunu at byrja í februar 2022, ella eftir nærri avtalu.

Arbeiðsuppgávur:

Saman við tekniska toyminum taka sær av dagliga viðlíkahaldinum av vatn- og kloakkleiðingum, vegum, gongubreytum og øðrum fyrifallandi uppgávum. Eftir nærri avtalu arbeiða á Ednurnýtsluvirkinum eins og hava ábyrgdina av at flagga á kommunalu stovnunum.

Starvsfólkini hava tilvísing til arbeiðsformannin í tekniska toyminum.

 Vit ynskja starvsfelagar, sum eru:

  • Álítandi, stundisligir, nærlagdir og samstarvsinnaðir
  • Seta arbeiðssemi og røkisskap í hásæti
  • Hava góðar førleikar at gera ymisk viðlíkahaldsarbeiði
  • Hava koyrikoyrt til vanligan bil
  • Hava royndir/førleikar at koyra smærri arbeiðsmaskinur, tó ikki ein treyt
  • Av og á tola skiftandi arbeiðstíðir
  • Duga væl at síggja møguleikar heldur enn forðingar

Setanarviðurskifti:

Umframt  40t/viku verður nærri avtala gjørd um eykaarbeiði á Endurnýtsluvirkinum, flaggin v. m.

Størvini eru tímalønt. Lønin og setanarviðurskiftini verða ásett sambært sáttmála við Føroya Handaverkarafelag/Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag

Umsókn við upplýsingum um royndir, møguliga útbúgving og viðmæli skal sendast til

Nes kommunu

Toftavegur 3

650 Toftir

ella við telduposti nes@nes.fo

Umsóknirnar skulu verða kommununi í hendi í seinasta lagi mánadagin 4. januar 2022. Um ov fáar umsóknir koma inn, tilskilar Nes kommuna sær rætt til at lýsa størvini av nýggjum.

Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Aksel Højgaard, leiðara á Teknisku deild, tlf. 565001 ella Jan Petersen, arbeiðsformann, á tlf. 565002