Fyri starvsfólk í barnsburðarfarloyvi er eitt starv sum sosialráðgevi hjá Barnaverndartænastuni við Skálafjørðin leyst at søkja til setan 1. februar 2024 ella skjótast gjørligt. Arbeiðstíðin er full tíð, men við møguleika fyri niðursettari tíð.
Barnaverndartænastan við Skálafjørðin er eitt samstarv millum Nes, Sjóvar og Runavíkar kommunu, og vit halda til í hølum á Mýravegi 26 í Runavík. Á deildini starvast sjey fólk, sosialráðgevar, skrivari og sálarfrøðingur.
Barnaverndartænastan arbeiðir sambært lóg um barnavernd.
Arbeiðsuppgávur
- málsviðgerð, kanningar og samrøður við børn og vaksin
- fyrireika mál til viðgerð í Barnaverndarnevndini
- samskipa og samstarva tvørfakliga við aðrar myndugleikar
- vera við í vaktarskipan hjá Barnaverndartænastuni
Vit ynskja okkum starvsfólk, sum
- hava góð samskiftis- og samstarvsevni
- vilja samstarva og duga at síggja loysnir
- tola at arbeiða undir trýsti
- hava yvirlit og kunna arbeiða sjálvstøðugt
Førleikakrøv
- Útbúgving sum sosialráðgevi
- Neyðugt er at hava koyrikort
Starvstíðarskeið
Starvið er eitt avloysarastarv fyri eitt starvsfólk í barnsburðarfarloyvi. Starvið er tíðaravmarkað til
1. mars 2025.
Umsókn
Umsókn saman við prógvum og CV skal sendast í seinasta lagi 16. januar 2024. Søk her.
Um ikki nóg nógvir umsøkjarar søkja starvið, tilskilar Barnaverndartænastan við Skálafjørðin sær rætt til at søkja av nýggjum.
Løn og setanarviðurskifti
Løn og setanarviðurskifti eftir sáttmála millum Starvsfelagið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið.
Sambært § 2 í barnaváttanarlógini hevur Barnaverndartænastan skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.
Nærri upplýsingar
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Katrin Dam, leiðara fyri Barnaverndartænastuna, á tlf. 237098.
Nes, Sjóvar- og Runavíkar kommuna samstarva um Barnaverndartænastuna sambært lóg um barnavernd. Í kommununum búgva á leið 7.000 fólk.