Onnur tíðindi

Sosialráðgevar til Barnaverndartænastuna við Skálafjørðin

Tvey størv sum sosialráðgevi hjá Barnaverndartænastuni við Skálafjørðin eru leys at søkja til setan 1. september 2021 ella skjótast gjørligt. Arbeiðstíðin er full tíð við møguleika fyri at arbeiða niðursetta tíð.

Barnaverndartænastan við Skálafjørðin er eitt samstarv millum Nes, Sjóvar og Runavíkar kommunu, og vit halda til í hølum á Mýravegi 26 í Runavík. Á deildini starvast seks fólk, skrivari: sosialráðgevar og sálarfrøðingur.

Barnaverndartænastan arbeiðir sambært lóg um barnavernd.

Vinarliga fylg leinkjuni niðanfyri, fyri at at søkja ella at lesa nærri um størvini:

https://app.jobmatchprofile.com/mqumsm