Til barnagarðin og vøggustovurnar verður søkt eftir námsfrøðingum at arbeiða 30 – 35 tímar um vikuna
Til barnagarðin er talan um 1 starv á 30 tímar og 2 størv á 35 tímar um vikuna
Til vøggustovurnar er talan um 2 størv á 30 tímar og 4 størv á 35 tímar um vikuna
Størvini verða sett frá 14. august 2017
Vit ynskja at umsøkjarin:
- Dugir at seta seg inn í støðuna hjá tí einstaka barninum
- Hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan og tryggan dag saman við børnunum
- Hevur góð samstarvsevnir og kann taka ábyrgd
- Er við til at menna tað pedagogiska arbeiðið
- Hevur hug at røra seg og vera nógv úti í náttúruni
Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið,
Um eingin námsfrøðingur søkir, verða hjálparfólk sett tíðaravmarkað ístaðin.
Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Tóru Johannessen leiðara á tlf 565021
Umsóknir
saman við prógvum og møguligum viðmælum skulu verða Nes kommunu í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 7. apríl 2017 kl. 12.00.
Nes Kommuna
650 Toftir
www.nes.fo
nes@nes.fo