Til barnagarðin á Toftum verður søkt eftir 1 námsfrøðingi at arbeiða 35 tímar um vikuna, at byrja 1. desember 2018.
Vit ynskja at umsøkjarin:
- Dugir at seta seg inn í støðuna hjá tí einstaka barninum
- Hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan og tryggan dag saman við børnunum
- Hevur góð samstarvsevnir og kann taka ábyrgd
- Er við til at menna tað pedagogiska arbeiðið
- Hevur hug at røra seg og vera nógv úti í náttúruni
Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Tóru Johannessen leiðara á tlf 565021.
Umsóknir
saman við prógvum og møguligum viðmælum skulu verða Nes kommunu í hendi í seinasta lagi 17. november 2018.
Nes Kommuna
650 Toftir
www.nes.fo
nes@nes.fo