Onnur tíðindi

Søkt verður eftir leiðara til Nes Sóknar Musikkskúla

Við hesum verður lýst eftir leiðara til Nes Sóknar Musikkskúla, ið er skipaður umvegis samstarv ímillum Nes- og Runavíkar kommunu. Skúlin hevur virkað í skúlabygningunum hjá kommununum, síðani hann varð settur á stovn. Í løtuni ganga áleið 150 næmingar í skúlanum.

Musikkskúlin hevur rímiligar karmar, og væntað verður, at nýggi leiðarin, saman við nevnd skúlans og kommununum báðum, vísir á og finnur loysnir, ið kunnu gera karmarnar uppaftur betri.

Tað er eitt greitt ynski, at Musikkskúlin frameftir miðar eftir at skipa soleiðis fyri, at samanspæl í smærri og størri bólkum, við alrahanda ljóðførum, fer at mynda umhvørvið kring skúlan í alt størri mun. Musikkskúlin hevur hjálpt væl til í rekruteringini til Hornorkestrið í økinum, hetta eigur at halda fram, men ynskiligt er eisini, at ljómlið, skipað saman við øðrum ljóðførum, fara at síggja dagsins ljós frameftir. Skúlin eigur eisini at kenna eina ábyrgd fyri størri høpum, m.a. at vera veitari av leikarum til eitt nú Føroya Symfoniorkestur.

Møguleikarnir fyri framførslum eru nógv batnaðir hesi seinastu árini, bæði í Runavík og á Toftum. Ynskiligt er, at hesir møguleikar vera brúktir væl meiri í framtíðini, og at Musikkskúlin gerst meiri sjónligur og stimbrandi í staðbundna mentanarlívinum.

Væntað verður, at viðkomandi, ið fær starvið, umframt at vera dyggur umsitari, er kveikjandi, framsøkin, dugir væl at samskipa og samstarva og hevur greiðar framtakandi hugsjónir fyri Musikkskúlan. Mál skulu setast og røkkast í størstan mun.

Samsvarandi viðtøkunum verður leiðarin settur fyri fimm – 5 – ár í senn. Áðrenn starvstíðin er runnin, verður lýst eftir leiðara av nýggjum.

Førleikakrøv

Umsøkjari skal hava musikknámsfrøðiligt prógv frá musikkkonservatorium ella aðra samsvarandi musikkútbúgving. Tónleikaútbúgvingin skal í minsta lagi vera á bachelor stigi og góðkend av landsmyndugleikanum. Tað er ein fyrimunur at viðkomandi hevur royndir frá musikkskúlaarbeiði. Fyrisitingarligar royndir og gott skil fyri fíggjarviðurskiftum eru ein fyrimunur. Musikkskúlaleiðarin skal antin hava nomið ella nema sær góðkenda leiðsluútbúgving.

Lønar- og setanartreytir

Starvið er áramálssett hálvtíðarstarv, og løn verður latin sambært sáttmálanum, ið er galdandi fyri limir í Føroya Musikklærarafelag.

Umsóknir

Umsóknir skulu stílast til Nes Sóknar Musikkskúla, og hesar skulu, saman við CV og prógvum, sendast til Nes kommunu, Toftavegur 3, FO-650 Toftir ella umvegis teldupost til nes@nes.fo í seinasta lagi 3. oktober 2018. Ynskja áhugaði at vita meiri um leiðarastarvið, ber til at ringja til Sølva R. Hansen, mentanarleiðara í Runavíkar kommunu, telefon 221226.