Onnur tíðindi

Søkt verður eftir arbeiðsfólki til Nes kommunu

Starv í Nes kommu

Søkt verður eftir arbeiðsfólki til Nes kommunu at byrja 3. januar 2022 ella eftir nærri avtalu.

Arbeiðsuppgávur:

Arbeiðsfólkið skal saman við tekniska toyminum taka sær av dagliga viðlíkahaldinum av m. ø.  vatn- og kloakkleiðingum, vegum og gongubreytum og hava ábyrgdina av at flagga á kommunalum stovnum eftir avtalu.

Arbeiðsfólkið hevur tilvísing til arbeiðsformannin í tekniska toyminum.

Vit ynskja ein starvsfelaga, sum er:

  • Álítandi, stundisligur, nærlagdur og samstarvsinnaður
  • Setir arbeiðssemi og røkisskap í hásæti
  • Hevur góðar førleikar at gera ymisk viðlíkahaldsarbeiði
  • Hevur koyrikoyrt til vanligan bil
  • Hevur royndir/førleikar at koyra smærri arbeiðsmaskinur, tó ikki ein treyt
  • Av og á tolir skiftandi arbeiðstíðir
  • Dugir væl at síggja møguleikar heldur enn forðingar

 

Setanarviðurskifti

Starvið er tímalønt. Lønin verður ásett sambært sáttmála milum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag

Arbeiðstíðin er vanliga 40 tímar um vikuna

Um ov fáar umsóknir koma inn, tilskilar Nes kommuna sær rætt til at lýsa starvið av nýggjum.

Umsóknin:

Umsókn við upplýsingum um royndir, møguliga útbúgving og viðmæli skal sendast til:

Nes kommunu

Toftavegur 3

650 Toftir

ella við telduposti til: nes@nes.fo

Umsóknarfreist:

Fríggjadagin 26. nov. 2021

Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Aksel Højgaard, leiðara á Teknisku deild, tlf. 565001 ella Jan Petersen, arbeiðsformann, á tlf. 565002