Tíðindaskriv frá Skálafjarðarsamstarvinum:
Økistænastan hjá Skálafjarðarsamstarvinum fingið nýtt navn og búmerki.
Fyri nøkrum mánaðum síðan varð útskrivað kapping um navn og búmerkið. Fleiri uppskot komu inn og hevur stýrið fyri Skálafjarðarsamstarvið tikið støðu til uppskotini.
Fitt av fólki høvdu í týsdagin seinnapartin leita sær til hugnaløtu á Eysturoyar Røktar-og ellisheimi, har navn og búmerkið varð avdúkað. Myndir frá hugnaløtuni síggjast í myndasavninum. Trýst her
Okkurt gott undir tonnina var at fáa og hugnaði Signar í Homrum um við tónleiki og sangi. Leiðarin bjóðaði vælkomið og segði nøkur orð. Stýrisformaðurin Jóhannus Danielsen, helt røðu og avdúkaði navn og búmerki.
Navnið er “Roðin” og vinnarin gjørdist Monika W. Jacobsen, sjúkrarrøktarfrøðingur,ið starvast á Eysturoyar Røktar-og ellisheimi.
Í viðmerkingum til uppskotið sigur Monika: “Sambært føroysku orðabókini er “roði” ein reyðligur farri á luftini av rísandi ella setandi sól. Setandi sól kann vakurt ímyndað lívið, ið spakuliga rennur út, meðan roðin, sum prýðir himmalin, ímyndar alt tað vakra, tann eldri hevur við sær á leiðini: Vísdómur, familju, lívsgleði og lívsdygd. Alt hetta kunnu og skulu vit starvsfólk vera við at hjúkla um og stimbra, soleiðis, at hvør einstakur sólarroði verður so vakur sum gjørligt.”
Búmerkið, sum Sjúrður Højgaard, grafikari hjá KREA hevur gjørt, tekur støði í navninum.
Í grundgevingini til búmerkið verður m.a. sagt:
“Ein bogað linja gongur ígjøgnum navnið. Navnið stendur við feitum stavum og teir standa tætt saman, fyri at bogaða linjan skal síggjast væl og vera sjónlig í grafiska úttrykkinum. Bogaða linjan gongur uppeftir, og smælkar yvireftir frá vinstru til høgru, fyri at útrykkja vídd og dýnamikk. Deililinjan ígjøgnum navnið skapar eina forgrund og eina bakgrund, sum hava hvør sín lit. Forgrundin er lendið undir luftini, meðan tann reyða bakgrundin er luftin við roðanum. Forgrundin hevur ein myrkari reyðan lit, sum er ein myrkari tóni av tí reyðu luftini.
Búmerkið lýsir navnið á ein beinleiðis hátt: Ein roði á luftini. Sambært føroysku orðabókini er roði ein reydligur farri á luftini av rísandi ella setandi sól. Roði í síni skilmarking er lutleysur í mun til ungdóm og elli – og kann tí eisini ímynda lívið sum heild.
Búmerkið er lætt at minnast, í og við at navnið er Roðin og í og við at merkið lýsir ein roða. Hartil er merkið partur av navninum og eitt við tað. Búmerkið í navninum ber í sær allan súmbolikkin í navninum, bæði hvat litum og formi viðvíkur. Búmerkið hevur bert ein uppsetingarhátt.
Í búmerkinum eru tveir litir: Reytt og myrkareytt. “Roði” kemur frá “reyður”, og tí er reytt í veruleikanum tann einasti rætti liturin til búmerkið hjá roðanum. Reytt er eisini tann liturin, sum umboðar umsorgan og kærleika best.
Tá ein roði er á luftini, hevur luftin altíð ein ljósari reyðan lit enn lendið, tí at roði kemur á luftina, tá ið sólin rísur ella setur, og tá er dimt úti. Tí er alt, sum ikki er roði, gjørt myrkareytt, fyri at roðin sjálvur skal skera seg út og síggjast væl. Valt varð ikki at brúka svart saman við reyðum, tí at svart er dapurt og kalt og kann tengjast deyða. varð Valt varð heldur at brúka ein myrkari reyðan lit saman við litinum í sjálvum roðanum”.