Onnur tíðindi

Setanarrøða á Eystanstevnu 2020

Góðu grannar, stevnugestir, hyggjarar á netinum, fyriskiparar og luttakarar annars. Takk fyri heiðurin, sum tað er hjá borgarstjóranum í Nes kommunu, at vera biðin um at seta Eystanstevnuna í Runavíkar kommunu 2020.

Mánakvøldið lurtaði eg við andakt og stórum áhuga eftir frálíku útvarpsendingini “ Við Tórði á túri”, sum bygdamaðurin Tórður Mikkelsen í fleiri ár, hvørt mánakvøld, so hegnisliga borðreiðir við í Útvarpi Føroya. Seinasta mánakvøld vitjaði hann í Runavík, og lokal fróðarfólk greiddu sera væl og skemtiliga frá upprunanum og lívinum í Runavík.

Vit fingu at hoyra um fyrstu búsetingarfólkini og fyrstu húsini í Runavík, grindapartar, bóksavnið við Løkin, rundkoyringina Tausen Island, samrøðu við unga familju, heimafrið, ketlar og ikki minst, um eitt sera heitt fríggjarí millum steintoyið í Oyrahandlinum á Toftum, har tað neistaði í.

Týsmorgunin fekk eg innbjóðing frá Runavíkar kommunu til at halda setanarrøðuna her ídag, og í góða rúsinum av útvarpssendingini mánakvøldið, tók eg við innbjóðingni.

Runavíkar kommuna er seinastu hálvu øldina nógv vaksin og nógv vatn er runnið gjøgnum Løkin síðani fyrstu fólkini settu búgv í Runavík, fyri gott 100 árum síðani. Neyvan finst nøkur búseting í Føroyum sum hevur verið fyri so stórari menning, sum júst Runavík. Bæði vinnuliga, mentanarliga og ikki minst búsetingarliga. Búsetingarøkini í Runavík, her í Saltangará og á Glyvrum eru jú samanvaksin.

Eydnan er at finna, har grannar semjast væl

Fyri gott 50 árum síðani, fóru bygdirnar í núverandi Nes kommunu, úr felagskommununi Nes Sóknar Kommunu, og síðani hevur tað verið Nes og Runavíkar kommunur.

Líka síðani kommunuslitið í 1967, hevur tað verið gott og sera gevandi samstarv millum kommunurnar. Samstarva verður á nógvum økjum. Sum dømi kann nevnast, at kommunurnar stutt eftir kommunuslitið, saman við hinum kommununum á fjørðinum stovnaðu sløkkiliðið, sum samarbeitt hevur verið um síðani. Á mentanarliga og ítróttarliga økinum, hevur runnið saman millum borgarnar í kommununum báðum á fleiri mótum, m.a. hevur Nes sóknar Hornorkestur verið mannað av fólki úr báðum kommununum síðani hornorkestirð var stovnað. Takk fyri hornorkestrið, at tit altíð eru tilreiðar at seta dám á ymisku tiltøkini tá heitt verður á tykkum, til stóra gleði fyri okkum øll sum luttaka og lýða á.

Í føroyska fólkaskúlanum hava vit góðu siðvenjuna við morgunsangi. Við morgunsanginum læra okkara næmingar føroyskar sálmar og sangir, sum hava so ótrúliga stórt mentanarligt og sosialt virði fyri okkum føroyingar.

M.a. verða sálmar og sangir eftir stóra skaldið Mikkjal Dánjalsson á Ryggi ofta sungnir og ein av hesum, “Um tú vilt gleði vinna”, rann mær til hugs, tá eg skuldi siga nøkur orð her ídag. Ein regla í fyrra ørindinum ljóðar soleiðis – Nei, eydnan er at finna, har grannar semjast væl.

Skaldið yrkir her um gleðina. Vit vilja øll fegin hava lut í gleðini og vilja gera nógv fyri at gerast glað. Skaldið førir fram, at tað er sera einfalt at finna gleðina. Hon er ikki einans at finna, har alt er stórbært og fínt, nei, gleðin er at finna í tí dagliga millum vinir, grannar og næstrafólk.

Eitt nokk so óføroyskt orð kemur mær til hugs– relatiónir – ella kanska rættari samband, samskifti, samstarv við onnur menniskju. Í hesum relatiónum finna vit óiva størstu eydnuna.

Vit royna ofta at søkja okkara egnu eydnu, gjøgnum upplivingar, útbúgving, størv og ítriv. Men um vit leita eftir okkara egnu eydnu, finna vit hana ikki. Men tá ið vit leita eftir møguleikum at gera onnur eydnurík, finna vit eisini eydnuna sjálv. Tí eydnan er soleiðis háttað, at jú meiri vit geva, tess meira hava vit eftir. Og eg kann taka fult og heilt undir við skaldinum: Nei, eydnan er at finna, har grannar semjast væl.

Seinastu 8 árini hevur tað verið mín lutur og partur av mínum dagliga yrki, at staðið á odda fyri samskiftinum vegna Nes kommunu við Runavíkar kommunu.

At samstarva kann verða ein avbjóðing, men eisini ein fyrimunur. At samstarva, er at verða saman um felags uppgávur ella at náa sama máli. Ella sagt við øðrum orðum, at hjálpa hvørjum øðrum at náa málinum.

Og tað hevur verið eitt gevandi og hugaligt arbeiði og samstarvið millum borgarstjórarnar, kommunustýrini og fyrisitingarnar hevur verið fyrimyndarligt. Vónandi heldur góða samstarvið fram í ókomnum døgum og at tað í framtíðini verður samstarva á enn fleiri økjum.

Samstarv kommunurnar ímillum er fyri meg ein sjálvfylgja, sum eg eri sannførdur um, kemur borgarunum í báðum kommununun tilgóðar.

Tað er og hevur altíð verið eitt sera tætt samband millum fólki í kommunum báðum. Góðar relatiónir millum menniskju, hevur stóran týdning fyri samstarvsúrslitinum.

Fyri meg sum hálvan glyvramann, konu av Glyvum, og havi havt arbeiðspláss her í økinum í stóran part av mínum arbeiðslívi, hevur samstarvsparturin fallin mær lættur og sum eina sjálvfylgju. Ynski at takka øllum í Runavíkar kommunu fyri gott samstarv.

Eystanstevna

Nú er Eystanstevna og tíð er til at spenna frá eina løtu. Eystanstevna, sum er í juni á hvørjum ári, minnir okkum m.a. á, at vit enn eina ferð eru signað við ljósu árstíðini, og enn eina ferð vóna vit, at hiti fer at koma í luftina.

Hóast veðrið, sammett við so nógva aðra staðni, ofta er baldrut her hjá okkum, og hóast vakstrarlíkindini ikki eru nakað at reypa av, tá ið vit hugsa um, hvussu tað er á lægri breiddarstigum, so kenna vit tað sum ein forrætt at liva og virka her.

Skráin fyri Eystanstevnuna í ár er nógv ávirka av teimum tilmælum, sum eru komin í kjalavørrinum av koruna heimsfarsøttini, og sum hevur ávirka alt stevnu- og festivalvirksemi í Føroyum í ár. Fleiri av vanligu eystanstevnutiltøkunum, har sum tað vanliga samlast nógv fólk, so sum tivoli, kvøldsetir, møtir og dansur eru tískil ikki á skránni í ár. Treyðugt so, so hava fyrireikarnir aftur í ár sett eina spennandi skrá saman, við golf, runutuski, skattaveiðu, fótbólti o.ø. Seinastu árini hevur verið skipað fyri vælumtóktari og litríkari karnivalskrúðgongum, men tað tiltakið mátti eisini dvína fyri farsøttini, men vónandi verður ørðvísi komandi ár, tá koyrandi verður gjøgnum Eysturoyartunnilin, og stevnugestirnir óiva verða enn fleiri í tali. Kanska karnivalskrúðgongan næsta ár byrjar á Vaglinum í Havn.

Tjóðarítrótturin, kappróðurin, er altíð eitt av høvuðstiltøkunum á Eystanstevnuni, soleiðis eisini hesaferð og í ár er talan um FM róðrar. Tað er bert annaðhvørt ár at FM-róðrar eru á Eystanstevnu á Skálafjørðinum. Tað er heilt óskiljandi, at besta róðrarøki í Føroyum skal liggja brak fyri tjóðarítrótti okkara annaðhvørt ár.

Eitt eystanstevnuminni

Vit sum eru uppvaksin her í økinum kunnu við gleði líta aftur á sera nógv góð minnir frá nógvum Eystanstevnum. Fótbólturin hevur altíð havt mín stóra áhuga. Eg minnist Eystanstevnuna í 1976, og tað var skipað fyri fótbóltskapping millum tey 4 liðini – NSÍ, KÍ, B36 og B68. B68 leikti í meðaldeildini (næstbestu deildini) og hini liðini í 1. Deild, sum var besta deildin tá. B68 og KÍ vunnu innleiðandi dystirnar leygardagin og leiktu finaluna sunnudagin. Til finaluna var fult av áskoðarum runt um grúsvøllin við Løkin, og uppi á bakkanum. Nógv spent B68 viðhaldsfólk sóðust toftamegin og handan Gazageiran, við Golanheyggjarnar. B68, sum tá var eitt lutfalsliga nýtt fótbóltsfelag, hevði ongantíð leikt í bestu deildini. KÍ harafturímóti var sigursvant, og var millum bestu fótbóltslið í Føroyum um tað mundi. Nógv minnast nokk til leikararnar á nógv vinnandi 66-liðnum hjá KÍ, og fleiri av teimum leiktu framvegis við á KÍ liðnum henda stevnudystin, m.a. teir legendarisku Steinbjørn Jacobsen, Jóannes Jacobsen, Olvheðin Jacobsen, umframt Jógvan Linklett, Biggi Mikkelsen o.fl. KÍ var høgt í metum millum fótbóltsáhugaði á Toftum, og fyrrnevndu leikarar vóru føroyskar fótbóltsstjørnur. B68 liðið, harafturímóti, var fyri ein stóran part mannað við 16-18 ára gomlum unglingum, men sum seinni blivu kendir fótbóltsleikarar í Føroyum, m.a. Ingolf Petersen, Aksel Højgaard, Símun Johannesen, Ingmar Højgaard, Absalon Hansen og Asbjørn Hansen.

Tað heilt óvæntaði hendi. Unga B68-liðið vann á sigurvanda KÍ liðnum, 3-2. B68 leikarar og toftafólk vóru stolt og ovurfegin og KÍ leikarar og viðhaldsfólk, vóru bergtikin av ungu B68-leikarunum, sum fyri fyrstu ferð nakrantíð vunnu á einum liðið í bestu deildini, enntá 2 dagar á rað. Seinni skuldi tað vísa seg, at hesir ungu B68 leikarnir vunnu fleiri FM heitir, og kanska var hesin eystanstevnudysturin neistin, sum tendraði í vónina hjá hesum ungu toftadreingum, um at náa føroysku fótbóltstindinum.

Vónandi fer Eystanstevnan framhaldandi at savna nógv fólk, og í góðum felagsskapi skapa samanhald og lívsgleði, og verða við til at kynda eld í stórar dreymir hjá okkara ungdómi, Føroyum og okkara fólki at frama.

Sum Mikkjal á Ryggi yrkti:

Um tú vilt gleði vinna,
søk ei til hægsta sal!
Nei, eydnan er at finna,
har grannar semjast væl,
har kærleiki man ráða,
har blídni er við borð,
har mildar tungur sáa
tey mjúku troystarorð.

Góða Eystanstevnu og gott summar øll somul.

Takk fyri.