Í morgin, hósdagin 27. juni, byrjar ferðin hjá Team Rynkeby Føroyum 2019 til París. Á ferðini úr Klaksvík verður vitja á Toftum. Súkklarnir verða á Toftum, við Undirhúsið á Toftagjógv, kl. 13.00, har borgarstjórin í Nes kommunu tekur ímóti og sigur nøkur orð. Eisini umboð frá Rynkeby sigur nøkur orð.
Sjálv ferðin byrjar við almennum tiltaki í Helnabrekku í Klaksvík fyrrapartin hósdagin. Síðani verður súkklað til Toftir, Saltangará og Oyrabakka, áðrenn Team Rynkeby Føroyar kemur til Havnar, har móttøka verður í Reinsarínum frá klokka 17.45. Øll eru vælkomin at heilsa uppá.
Tað eru 54 súkklarar við á liðnum hjá Team Rynkeby Føroyum í ár.
Seinni um kvøldið fer alt Team Rynkeby Føroyar liðið umboð á Norrøna til Hirtshals. Team Rynkeby Føroyar kemur eftir ætlan á mál í franska høvðusstaðnum leygardagin 6. juli.