Hósdagin 8. juli kl. 13.00 vitjar Team Rynkeby á Toftum.
Í samband við vitjanina verður hugnaløta uttan fyri Undirhúsið á Toftagjógv. Borgarstjórin bjóðar vælkomin og heldur røðu, og mennirnir í Undirhúsinum syngja. Eisini fer umboð frá Team Rynkeby at siga nøkur orð.
Kommunan bjóðar kaffi og eisini okkurt gott til børnini.
Øll eru vælkomin.