Onnur tíðindi

Ruskinnsavningin byrjar aftur

Ruskinnsavningin byrjar aftur

Nú verkfallið er av, byrjar ruskinnsavningin aftur. Vit seta eyka orku inn og heinta gráu húsarhaldsposarnar eftir vanligu rutuni hjá IRF. Møguliga verður tó onkur tillaging gjøgnum vikuna, tí talan er um sera nógvar húsarhaldsposar. Hvítu posarnar heinta vit væntandi aftur í næstu viku.

Vit vilja heita á borgarar um at seta húsarhaldsposarnar tætt við stativið og ikki út á vegin, soleiðis at ruskið ikki dálkar meira enn neyðugt.

Burturkast frá endurvinningarplássum og virkjum byrja vit at heinta seinni í vikuni. Væntandi vera vit komin upp undan í næstu viku.