Onnur tíðindi

Ruddingardagur leygardagin

    
Aftur í ár skipar Nes kommuna fyri ruddingardegi í kommununi, vikuskifti undan árliga bátafestivalinum á Toftum.

Í ár er ruddingardagurin komandi leygardag, 29 apríl, og skráin er henda:

KL. 09.00 – 12.00 RUDDINGARDAGUR

      KL. 09.00 – 10.00 MORGUNMATUR Í MATARHØLLINI HJÁ FAROE ORIGIN Á TOFTUM

      KL. 10.00 – 12.00 RUDDAÐ VERÐUR RUNT UM Í KOMMUNUNI, MØTAST AFTUR

      KL. 12.00 Á HAVNALAGNUM TIL:

          SANGFRAMFØRÐSLU AV FOUNDATION

          MÓTASÝNING INSITO, NAVIA OG TOUCHÉ

          TRÆHANDAN OG FRÁGREIÐING

          GRILLAÐIR BÚFFAR TIL MATNAÐ

Tað er ábyrgdin hjá okkum øllum at halda náttúruna og kommuna ruddiliga, reina og vakra. Uppmøtingin til ruddingardagarnar er altíð góð, og kommunan vónar, at soleiðis verður eisini í ár.