–
Aftur í ár skipar Nes kommuna fyri ruddingardegi í kommununi, vikuskifti undan árliga bátafestivalinum á Toftum.
Í ár er ruddingardagurin komandi leygardag, 29 apríl, og skráin er henda:
KL. 09.00 – 12.00 RUDDINGARDAGUR
– KL. 09.00 – 10.00 MORGUNMATUR Í MATARHØLLINI HJÁ FAROE ORIGIN Á TOFTUM
– KL. 10.00 – 12.00 RUDDAÐ VERÐUR RUNT UM Í KOMMUNUNI, MØTAST AFTUR
– KL. 12.00 Á HAVNALAGNUM TIL:
– SANGFRAMFØRÐSLU AV FOUNDATION
– MÓTASÝNING INSITO, NAVIA OG TOUCHÉ
– TRÆHANDAN OG FRÁGREIÐING
– GRILLAÐIR BÚFFAR TIL MATNAÐ
Tað er ábyrgdin hjá okkum øllum at halda náttúruna og kommuna ruddiliga, reina og vakra. Uppmøtingin til ruddingardagarnar er altíð góð, og kommunan vónar, at soleiðis verður eisini í ár.