Onnur tíðindi

Roðin søkir eftir Leiðara

Søkt verður eftir leiðara til Økistænastuna Roðan, sum kommunurnar við Skálafjørðin samstarva um. Starvslýsingina sæst her:

Roðin søkir eftir einum framsøknum leiðara, sum frá 15. juli 2017 – ella eftir nærri avtalu – kann taka við starvinum sum leiðari eftir Tord Niclasen, sum fer frá fyri aldur hin 01. august 2017. Starvið snýr seg um at stjórna Økistænastuni sum Sjóvar, Nes- og Runavíkar kommuna gingu saman um, tá ið hetta var flutt frá landsgeiranum til kommunurnar at reka.

Skrivstovan hjá leiðaranum er staðsett á Røktar-og ellisheiminum í Runavík. Hesin skal taka sær av leiðsluarbeiðnum við ábyrgd av teimum fakligu, fyrisitingarligu og starvsfólkaligu viðurskiftunum á økinum, sum fevnir um fyribyrging, fysio- og ergoterapi, heimahjálp, heimasjúkrarøkt, sambýlini Vesturskin á Toftum, Sjóvarlon á Strondum, Dagtilhaldið fyri minnisveik á Skála, Heimið á Mýrunum og Røktar-og ellisheimið í Runavík.

Meginmálið hjá Roðanum – økistænastuni – er at tryggja, at okkara borgarar sum longst eru væl fyri og sjálvbjargnir, tí verður eitt av aðalmálunum hjá nýggja leiðaranum framhaldandi at seta menning og endurmenning í fremstu røð. Týdningarmikið er, at virkað verður inn í framtíðina soleiðis, at tær mest optimalu javnvágirnar verða funnar, har sum mest fæst fyri tær játtanir, sum Roðin fær árliga frá teimum trimum kommununum, ið eiga samstarvið. Í løtuni hevur Roðin ein kostnað á áleið 70 milliónir krónur um árið.

Meginslóðirnar í starvinum eru:

  • at menna og skipa eina samansjóðaða tænastu, sum á besta hátt stuðlar borgarunum
  • at tryggja fakliga støðið, førleikamenning og trivnaðin hjá starvsfólkunum
  • at tryggja neyva fíggjarstýring soleiðis, at árliga játtanin verður hildin
  • at tryggja at lógir, kunngerðir og ásetingar verða hildnar til frama fyri borgaran
  • at samskifta við avvarðandi stovnar, áhugafeløg v.m.
  • at vera andlit Roðans í almenna rúminum
  • at virka sum fakligur ráðgevi og skrivari hjá stýrinum
  • Roðin kann bjóða umsøkjaranum eitt sera spennandi og fjølbroytt starv í góðum umhvørvi. Avgerðarrætturin er stórur og góður møguleiki er fyri fakligari og persónligari menning og so nýggj sum økistænastan er í kommunala geiranum, er møguleiki fyri at mynda og at ávirka gongdina frameftir ta røttu leiðina.

    Roðin væntar, at umsøkjarin hevur:

  • viðkomandi útbúgving(ar) og arbeiðsroyndir
  • leiðsluroyndir úr hinum almenna, kommunala ella privata geiranum
  • sera góð evni til fíggjarstýring
  • torir at ganga nýggjar leiðir, er fleksibul og opin fyri nýggjum avbjóðingum
  • gott hegni at samskifta/samstarva
  • Setanarviðurskifti:

    Starvið verður sett og lønt sambært avvarðandi sáttmála.

    Umsókn:

    Umsókn við prógvum, c.v. og øðrum viðkomandi skjølum skulu sendast til: Runavíkar kommunu, Heiðavegur 26, FO-600 Saltangará ella til teldupostadressurnar: runavik@runavik.fo ella tobbi@runavik.fo.

    Umsóknin skal vera Runavíkar kommunu í hendi í seinasta lagi hin 20. juni 2017. Meiri fæst at vita um starvið við at ringja til Tord Niclasen, verandi leiðara, á tlf. 290200 – ella Tórbjørn Jacobsen, stýrisformann, á tlf. 237015.

    Roðin tilskilar sær rættin til ikki at seta nakran av umsøkjarunum og um neyðugt at lýsa starvið leyst av nýggjum.

    ————————————————————————————————————————-

    Eldraøkið varð flutt frá landsgeiranum til kommunala geiran at reka frá 1. januar 2015. Kommunurnar í syðra partinum av Eysturoy tóku seg saman í eitt samtak, og skipaðu í samvinnu økistænastu, sum seinri fekk heitið ROÐIN. Sjóvar; Nes- & Runavíkar kommuna við góðum 6 túsund borgarum varða av Roðanum.

    23 bygdir eru í økinum og samstarvið Roðin eigur bygningarnar í Runavík, á Toftum, Strondum og á Skála. Uml 200 fólk eru knýtt at økistænastuni og svarar hetta til áleið 140 ársverk. Leiðarin vísir til Stýrið, sum er mannað við teimum trimum borgarstjórunum og øðrum bý- & bygdaráðslimum í teimum trimum kommununum. Økistænastan fevnir sum sagt um fyribyrging, fysio- og ergoterapi, heimahjálp, heimasjúkrarøkt, sambýli, dagtilhald fyri minnisveik og røktarheim.