Onnur tíðindi

Poul Færø helt røðuna við Toftavatn í ár

Aftur í ár hava Runavíkar og Nes kommunur skipað fyri hugnaløtu við Toftavatn. Hugnaløtan var í góðverðrinum í gjárkvøldið, har omanfyri hálvt hundrað fólk luttóku.

Í ár helt toftamaðurin í Klaksvík, Poul Færø, taluna. Harumframt var felagssangur sungin og kommunurnar bjóðaðu burgara og sunkist.

Niðanfyri er røðan hjá Poul endurgivin.

—-

Summarløtan við Toftavatn 11. juni 2019.

Dávid kongur syngur lovsong um menniskju og greiðir okkum frá, at meistaraverk Guds eru vit. Framum alt annað, ið skapt er, bera vit stórsta heiðurin og undran av Skapara okkara.

Tí kenni eg trongd til. hesa summarløtu, at bera skapningi Guds, menniskjanum, stórstu virðing og undran, tí alt hevur Gud gjørt vakurt á tíð síni, ja, ævina hevur Hann lagt í hjarta teirra, tó so, at menniskjað fatar hvørki hitt fyrsta ella hitt síðsta av tí, ið Gud hevur virkað.  (Præd. 3:11)

Krúnan á skaparavekinum eru vit, eingin annar skapningur á foldum eigur tann vakurleika vit sita inni við, hóast sagt verður um okkum, at menniskja fatar hvørki hitt fyrsta ella hitt síðsta av tí, ið Gud hevur virkað.

Men at skoða tað er okkum givið, tí kunnu vit taka undir, bæði við Salomon og faðir hansara Dávidi, og siga við einum munni:

Táið eg síggi himmal Tín – verk fingra Tína – mánan og stjørnurnar, ið Tú hevur gjørt. hvat er tá menniskjað, at Tær kemur tað í hug, menniskjabarnið, at Tú tekur Tær av tí! Tú gjørdi tað lítið lægri enn Gud, við heiður og dýrd krýndi Tú tað.

Tú setti tað at ráða yvir handaverkum Tínum, alt legði Tú tí undir føtur, smáfæ og neyt, øll somul, ja, tey villu dýrini á markini, fuglarnar undir himli og fiskin í havinum, alt tað, ið ferðast vegir havsins.

– HARRI, Harri okkara, hvussu dýrt er ikki navn Títt um alla jørðina!” (Sálmur 8)

Frá hesi undran og hátign av Harra og skapara okkara, venda vit okkum til skapning hansara og dvølja við minni, eg sjálvur gjørdist hugtikin av í barna og ungdómsdøgunum. Ikki er tað avriksvera kappanna ella tey, okkara millum, ið dagaðu yvir øll hini, eg hugsi um, men tey, ið vóru meiri enn nøgd, við at vera tað tey vóru, okkara millum.

Og við tað at hugnaløtan er við Toftavatn, skal eg nevna persónar, ið hugtóku meg sum teir, ið útinti megnarverk, bæði her á Mýrunum og úti við Bøllines.

Men fyrst skal eg nevna dreymverðina í mínum barna og ungdómsárunum við Toftavatn – ikki

bert strondin og niðan í áirnar, men vatni sjálvt var so hugtakandi og duldarkent.

Við hesari útsøgn um vatnið, dvølji eg við minni um nýgift par, sum undir hveitibreyðsdøgunum dvøldi á Sandimikla, hetta var seinast í 1940 árunum. Hjúnini bæði vóru systkjannabørn hjá mammu míni.

Alt við brúdleypsferð út í heimin og njótan av av fyrstu tíð kærleikans var mær, sum piltur, so ókent. Tá so ein mammubeiggi mín við ungu unnustu síni kom út á Toftir, fyri at fáa meg til ferðaleiðara yvir á Sandin mikla, har mín dreymaverð goymdi seg í áunum, har vit plagdi at ‘stinga síl’.

Spældi alt innara menniskja mítt í undran og hugtikni av, at so nógv nýtt kundi goyma seg har umframt. Men sjónin mær møtti, uttanfyri brúðarhúsið har (lítlu smáttini) sum Dánial á Skipshandlinum hevði bygt til summarhús, saman við jolluni á sandinum, tók heilt ondina frá mær.

Tí hvat sá eg standa í durinum her? Stór spann við yvirstórum állum ringdum í spannini! Tey bæði høvdu lagt út á dýpið og sett línu sama morgunin, og fongurin var langt út um villasta hugflogi hjá mær.

So duldarfull gjørdist mær hendan sjónin, at vit báðir Christian Ludd og eg, leitaðu yvir at seta línu fram við vatninum – men fongurin gjørdist meiri møði enn føði – nakrir slýggjutir smáir állar og eitt síl.

Men tit, spenningurin, bert at slepp sær niðan um liðið – har kýrnar stóðu og slotaðu eftir onkrum, at reka tær oman, so tær kundu sleppa inn á básin og verða mjólkaðar – har niðan um hálsin og síðani oman á vatnið – kvirran um kvøldi bar nakað loyndarfult.

Hin fyrri eg nevni Jákup í Hálvdanstoft.

Minni um hann og eginleikar hansara, eru tætt knýttir til hesar víddir, vit njóta sjónina av her á Mýrunum í dag. Tí seyðin á hesum víddum røktaði hann við skinsemi seyðahirðans og hegni, undir mínum uppvøkstri.

Eg kom at práta við hann um hetta sjálsama lyndið, ið eisini gjørdi hann til góða hirðan hjá okkum børnum og ungdómum á Toftum. Hann vildi einki gera burtur úr sær sjálvum, men av teirri orsøk, at eg hevði lagt merki til hvussu kærleiksfult hann umgekst okkum piltar, eins og allar teir mongu ánarar, sum longu í mínum barnsárum arvaðu skurðin og klippingina á Mýrum – heilt niður til eitt hálvt krov av seyði.

So kundi hann ikki avnokta veruleikan, av teim mongu góðu vinum hann átti – tað opnaði hjarta hjarta hirðans – so hann skammaðist ikki longur við køna innlitið hann átti um arvin hjá hesum mongu ánarunum.

Sanniliga gjørdist eg so fegin tá frálíka stand myndin av seyðahirðanum kom at standa her við innaravatn. Tá birtist mær eins og Jákup stóð har aftur, eins og í óvitaárum.

Minnist eisini væl løtuna, tá hann opinberaði fyri mær avmarking sína likamliga, tá beinini ikki longur bóru hann lættliga, eins og fyrr. Hóast innara menniskja hansara, so væl, kundi hugsa sær at hildi fram við hirðans verki út til øll, bæði menniskju og djór, mátti hann boyggja seg fyri tí veruleika, at útvortis menniskja gekk til grundar, meðan innvortis menniskja hansara endurnýggjaðist dag frá degi, í trúnni á Jesus. (2. Kor. 4:16)

Væl kennist enn angin av honum, ið hugtók so í tímiligu og andaligu tilveruni, tí eg droymdi um at eiga javnvág við Jesus, eins og hann átti – saman við vinarliga barnatokknum til okkum.

Fyrimyndin í Háldanstoft talar enn sum áður !

Hin seinni er Dánial í Køkinum.

Ein annar maður á Toftum, sum eisini dagar eisini uppum hini, í samband við uttara vatnið her, sum vit nevna tað. Tað var Dánial í Køkinum, hóast ólíkir, so vóru báðir átøkir í hjartaliga háttinum teir umgingust menniskju.

Tilknýtíð hansara ver tengt til umsorgan og verju av okkum, børnum bygdarinnar, ið høvdu frálíka møguleikan, um summari, at fara yvir á vatnið at svimja ella læra at svimja við Bøllines. Ein dreymaverð av møguleikum, har vit í flokki stevndu saman, til gagnliga endamálið – duga at halda sær uppi, sum jú var byrjanin.

Dánial var okkara lívbjargari, við sjálvgivna málinum at vakja yvir okkum, kom hann við og fylgdi við, ein slík trygd kendist av nærveru hansara. Sum fyrimynd í tí óhugsandi, tá á døgum, gjørdist hann fyrirennari teirra, sum nú í tíðini hava slíka uppgávu sum livibreyð.

Men aftur her kom hjartalag bygdarmansins okkum øllum til góðar. Sjálsom niðurstøða er at finna í Sálm. 127:1, eftir Sálomo:

“Byggir ikki HARRIN húsið, so arbeiða teir til ónyttu, sum byggja at tí; varðar ikki HARRIN staðin, so vakir vaktarin til ónyttu.”

Gjørdi Dánial hetta verkið okkum at gagni ella var tað líkamikið um hann ikki gjørdi tað, nei. sanniliga gagnaðist nærvera hansara okkum. Hann vakti yvir okkum, sum tann. ið skuldi gera roknskap fyri síni egnu samvitsku um tað, at hann vildi ikki at nakar okkara skuldi farast – tí eingin var, ið vakti yvir okkum í Guds stað.

Fyri meg gjørdist vár tilverunar ein spennandi hendingarrøð av so mongum góðum løtum við Toftavatn og við Hamravøtnini, hitt heimara og handara. Eisini dvøldi hugurin tráur til Runavík ella her innanfyri, har so mong av okkum uttanífrá funnu sær grundstykki og bygdu.

Eisini eg taldist millum hesi byggihugaðu, haldi at teir fyrstu, ið hugtóku meg vóru (Yddi) Jústines hjá Rakul og Jóhannes í Túni og Hans Petur hjá Sofíu.

Men felags fyri okkum øll, ið gjørdust útisetar, er árinið, tað kann als ikki lærast av teimum mongu, sum ongantíð fluttu. Men vit kenna tað, hjá okkum, ið fluttu av bygdini, er tað eins og meitla í innastu hjartarøturnar.

Og við hesum orðum geri eg meg til eitt við okkum øll, sum búgva í útlegd her heima ella uttanlanda.

Vit rokna okkum altíð til at vera eitt við tykkum, sum trúføst bygdu og búðleikaðust í fedranna bygd ella býi.

Virðiliga bera vit tykkum øllum hesa kærleiksheilsan!

Gud signi mítt føðiland Føroyar!