Í morgun var avhendingarfundur á kommunuskrivstouni hjá Nes kommunu, í sambandi við at leingjanin av pirinum í Tofta havn er liðug.
Tað er J&K Petersen, sum hevur havt arbeiðið av pirinum um hendi, og arbeiðið hevur gingið sera væl. Arbeiði, sum er gjørt uppá minni enn 1 ár, er liðugt umleið ein mánað fyrr enn ætla, og arbeiði er gjørt til avtalaða prísin. Eingin eykarokning.
Pirurin er longdur við 90 m. Meginparturin av allari grótnøgdini er tunnilsgrót, sum er flutt av Strondum við grótbátunum Raghild og Siri hjá J&K Petersen, meðan tað stóra grótið, sum er nýtt til laðingina, hevur J&K Peteren útvegað av Hústoft.
Nú arbeiðið við leingjanini er liðug, verða ljós sett á pirin og spreingileidningsforðingarnar tiknar burtur.
Samlaða arbeiðið var mett at kostað 11,4 mió. kr. Enn er kostnaðurin ikki endaliga uppgjørdur, men greitt er, at kostnaðurin verður minni enn mett, knapt 11.0 mió. kr.
Terra v/David R. Hansen hevur verið ráðgevi hjá kommununi, meðan LBF hevur havt projektering og eftirlit um hendi.
Samstarvið millum Nes kommunu, Terra, LBF og J&K Petersen hevur verið fyrimyndarliga gott. Góða samstarvið hevur m.a. havt tað við sær, at arbeiðið er liðugt áðrenn avtalaðu tíð og til avtalaðan kostnað.
Til staðar í sambandi við avhendanina vóru: Jan Odmarsson, LBF, Dávið Reinert Hansen, Terra, Niclas Davidsen, formaður teknisku nevnd, Jóhannus Danielsen, borgarstjóri, Stein Olvur Petersen, stjóri og Sigtór A. Petersen, arbeiðsfm., frá J & K Petersen.
Eftir avhendingarfundin bjóðaði Nes kommuna, arbeiðsmonnunum og leiðslu hjá J&K Petersen, til morgunmat, har borgarstjórin og stjórin í J&K Petersen søgdu nøkur orð og takkaðu fyri gott samstarv.