Onnur tíðindi

Ótolandi parkering á almennum vegum

 

Øll, sum hava ognað sær eitt grundstykki ( ein bústað ), eiga at vita treytirnar um parkeringspláss til bilar inni á stykkinum. ( sí brot úr reglugerðini )

  1. gr. Øki til bilstøðlar. Við sethús skal pláss verða gjørt til bilstøðlar til í minsta lagi 3 bilar (fyrr 2 bilar) hjá hvørjum bústaði.

Tó standa nógvir bilar úti á almennum vegi. Fleiri av hesum hava staðið í áratíggjur, og í ávísum førum verður einki gjørt við at loysa trupulleikan.

Eisini standa fleiri bilar uppi á gonguteigum, so fólk til gongu eru noydd út á vegin. Ikki heilt vandaleyst! Frægast er ( hóast alt ), at gonguteigar eru fríir fyri bilum.

Tey flestu stykkini hava eina vídd millum 500 og 700 fermetrar. Tá ið húsavíddin er farin burturav, er í flestu førum ríkiligt pláss eftir at skipa síni viðurskiftir. Trý parkeringspláss krevja einans eina vídd á 50m². So hetta kann fáast við eitt nú at taka burtur av urtagarðinum.

Tekniska deild fegnast um, at seinastu tíðina hava fleiri fólk tikið stig til at fáa bilarnar av almennum vegi og inn á  egið stykki.

Tí vil eg sum tekniskur leiðari hervið heita á tykkum, sum enn brúka almennu vegirnar til parkeringspláss, um at fáa hesi viðurskiftini í rættlag til frama fyri okkum øll.

Tit eru vælkomin at seta tykkum í samband við Teknisku deild at fáa vegleiðing til at skipa tygara parkeringspláss.

Við vón um batar

Toftir, tann 17. sept. 2021

Aksel Højgaard

Tekniskur leiðari

Tlf: +298  565001

E-mail: aksel@nes.fo