Hin 20. apríl lótu dagstovnarnir í Nes kommunu varliga uppaftur, so sum landsins mynduleikar mæltu til.
Foreldur skulu boða frá, fyri eina viku í senn, um barn teirra kemur á dagstovn.
Vísandi til vegleiðingina hjá Coronaráðgevingini eru gjørdar serligar reglur fyri vøggustovuna, barnagarðin og frítíðarskúlan, fyri børn, foreldur og starvsfólk.
Stórur dentur verður lagdur á reinføri á stovnunum. Aðrar reglur eru m.a., at starvsfólk og børn ikki kunnu ferðast ímillum stovurnar og foreldur og onnur óviðkomandi ikki koma inn á stovurnar. Lagt er upp til, at børnini verða nógv úti.
Frítíðarskúlin heldur til í Tofta skúla fyrstu tíðina, meðan vøggustovan og barnagarðurin húsast í vanligu stovunum.
Bygdaráðið viðgjørdi í gjárkvøldið, 27. apríl, dagstovnagjaldið, nú varliga er latið uppaftur. Avgjørt bleiv, at tey sum hava børn síni heima, ikki skulu rinda barnagarðsgjald, meðan tey, ið taka av dagstovnatilboðnum, skulu gjalda fyri tænastuna. Ásett eru tí eitt fyribils dagsgjøld:
- Dagsgjald fyri børn í vøggustovu: 120,00 kr.
- Dagsgjald fyri børn í barnagarðsstovu: 100,00 kr.
- Dagsgjald fyri børn í frítíðarskúla: 50,00 kr.
Dagsgjaldið íalt fyri hvønn mánað, kann tó ikki fara upp um tað, sum mánaðarliga dagstovnagjaldið vanliga er.
Bygdarráðið hevur eisini avgjørt, at tey sum ikki høvdu børn síni á dagstovni frá 16. mars til 17. apríl, eftir tilmælinum frá landsins mynduleikum, skulu ikki gjalda fyri dagstovnaplássið hesa tíðina.
Sostatt hevur Bygdaráðið í Nes kommunu avgjørt, at tað er einki gjald fyri onga tænastu í koronatíðini.