Onnur tíðindi

Ókeypis U21 landsdystur á Svangaskarði

Í fyrra dystinum millum Russland og Føroyar, sum varð spældur í Krasnodar í Russlandi í november í fjør, stóð føroyska liðið seg væl. Men tá avtornaði vunnu russar 2-0, eftir málleysan fyrra hálvleik.

– Vit fyrireika okkum so væl sum tilber, og ætla okkum so avgjørt at vinna hendan dystin. Liðið mennist alla tíðina, og tað er eisini hugaligt at síggja, at fleiri av U21-spælarunum gera seg galdandi á A-landsliðnum.

– Í dystinum í Russlandi í fjør spældu vit væl, men vóru tíverri ikki nóg neyvir í avgerandi løtum. Har afturat máttu vit síggja burtur frá fimm spælarum, ið høvdu aðrar fótbóltsavbjóðingar um somu tíð. Men hesir eru nú tøkir, so vit gleða okkum at møta Russlandi aftur, sigur Bill McLeod Jacobsen, U21-landsliðsvenjari.

Á sumri í 2009 møttust U21-landsliðini hjá Føroyum og Russlandi á ovara vølli í Gundadali. Ta ferðina vann føroyska liðið 1-0 við máli sum Jóan Símun Edmundsson skoraði.

U21 EM-undankappingardysturin millum Føroyar og Russland verður á Svangaskarði á Toftum hósdagin 1. september klokkan 18:00. Ókeypis atgongd er til dystin.

Tekstur: FSF heimasíðan