Onnur tíðindi

Almannaverkið bjóðar viðlíkahaldsvenjing til fólk frá 18 ár og upp til fólkapensjónsaldur

Kunning um viðlíkahaldsvenjing

 

Sum nakað nýtt, fer deildin fyri endurvenjing at bjóða viðlíkahaldsvenjing. Tænastan verður veitt heimabúgvandi borgarum í aldrinum 18 ár og upp til fólkapensjónsaldur. Í fyrstu atløgu verður tænastan veitt borgarum við sklerosu, parkinson ella seinheilaskaða.

Tænastan krevur ikki ávísing frá lækna, men heilsustarvsfólk ella onnur eru vælkomin at stuðla borgaranum í at søkja.

Umsóknarblaðið ”Umsókn um venjing” er at finna á heimasíðuni hjá Almannaverkinum av.fo undir oyðubløð. Avgerðin er grundað á eina tvørfakliga heildarmeting av tørvinum og støðuni.

Vegleiðing, í samband við at søkt verður, er at finna á heimasíðuni undir ”Tænastur”, ”Hvør kann søkja?” og ”Hvussu søki eg?” – her: https://www.av.fo/fo/taenastur/vidlikahaldsvenjing/

Viðlíkahaldsvenjing er málrættað venjing sum hevur til endamáls at fyribyrgja førleikamissi, fasthalda ella betra um verandi førleika, ella fyri at seinka sjúkugongdina.

Áðrenn venjingin verður sett í verk, verður persónlig og ítøkilig venjingarætlan, ið fevnir um mál, innihald og tíðarskeið, ásett fyri hvønn einstakan. Venjingin verður løgd til rættis í samráð við borgaran.  Ergo- og fysioterapeutar samskipa og stíla fyri venjingini. Viðlíkahaldsvenjing kann t.d. vera:

  • Kropsliga venjing: styrki, úthaldni, koordinering, sensibilitet
  • Mobilitetsvenjing: flytingar, flytiføri (transport) og hjálpartól
  • Venjing í gerandisaktivitetum: persónlig umsorgan, húsarhald, samskifti og hjálpartól
  • Kognitiv venjing: at minnast, planleggja, strukturera, nýtsla av hjálpartólum o.s.fr.
  • Venjing í at meistra og handfara avbjóðandi støður í gerandisdegnum

Ynskja tit nærri kunning um venjingartilboðini hjá Almannaverkinum, ber til at lesa meira um tey her: https://www.av.fo/fo/taenastur/endurvenjing/ og her.

 

Tit eru eisini vælkomin til at seta tykkum í samband við deildina fyri venjing á Almannaverkinum á tlf. 360000.