Onnur tíðindi

Nýtt spælipláss og úti fitnessøkið á Svangaskarði

Spæliplássið til barnagarðin er ov lítið og hevur bygdarráðið kannað møguleikan fyri at gera spælipláss og úti fitness, á stadionøkinum á Svangaskarði. Talan er um økið í sunnara enda millum kastigarðin og rennibreytina.

Umframt at verða eitt spælipláss hjá barnagarðinum, verður spæliplássið eisini eitt alment spælipláss, eins og úti fitnessøkið verður til almenna nýtslu.

Í hesum sambandi hevur kommunan fingið uppskot og tilboð frá Blika, Vind og Innspark. Á bygdarráðsfundinum 26. september samtykti bygdarráðið av taka av tilboðnum frá Innspark.

Tilfarið til alt økið verður bílagt í hesi vikuni, og leveringsfreistin er 6-8 vikur. Óvist er um arbeiðið við økinum verður liðugt í ár, tí arbeiðið við gummiundirlagnum krevur turt veður, eins og tempratururin skal verða tann rætti.

Á spæliøkinum verður m.a. aktivietssentur, reiggjur, karussel og trampolinir. Á úti fitnessøkinum er talan um crossfit útgerð.

Á myndunum sæst hvussu økið kemur at síggja út: