Onnur tíðindi

Nýggjur sløkkiliðsbilur

Skálafjarðar Kommunala Sløkkilið (SKS) hevur keypt nýggjan sløkkiliðsbil. Bilurin, sum er av merkinum Scania, er bygdur til sløkkiliðsbil hjá Rosenbauer í Eysturríki. Bilurin kostar sløkkiliðnum 3,4 mió. kr.

Nýggji bilurin avloysir 32 ára gamla bilin á eystara armi á Skálafjørðinum.

Tað hevur leingi verið ætlanin at keypa nýggjan sløkkiliðsbil og tá arbeiði uppá Eysturoyartunnilin byrjaði, bleiv avgerð tikin um at keypa sløkkiliðsbilin, sum er útgjørdur við nýggjastu tøkni og útgerð, eisini til kommunalu tilbúgvingina í tunlum.

Tað eru Sjóvar-, Runavíkar- og Nes kommunur sum í felag eiga og reka SKS. Kommunurnar gjalda fyri rakstur og íløgur ímun til fólkatalið í kommununum.

Í morgun var Góðan morgun Føroyar hjá KVF og vitjaði SKS, og tá handaðið nevndarformaðurin í SKS, Jóhannus Danielsen, borgarstjóri í Nes kommunu, átaksleiðaranum, Sunleiv Højgaard, lyklarnar til nýggja sløkkiliðsbilin.