Onnur tíðindi

Nýggjársrøða

B68 bjóðaði til nýggjárshald við havnarskrivstovuna nýggjársaftan, har Bjørt í Grógv, forkvinna í Ternuni, helt røðu.

———————————————————————————————–

Gott kvøld tit øll!
Fyrst av øllum vil eg takka fyri tann stóra heiður, tað er at sleppa at halda nýggjársrøðuna í ár. Tað havi eg ongantíð roynt fyrr, so tað dugi eg heilt sikkurt. Eg eri kanska ikki líka yvirbevíst sum Pippi á sinni, men nú standi eg so her. Nú vit standa á gáttini millum tvey ár, er tað natúrligt at líta aftur á tað, ið fór framvið, og samstundis hyggja frameftir. Og júst tá vit hyggja frameftir, er tað upp á sítt pláss at minnast, hvussu stóran týdning, tann góði felagsskapurin hevur fyri okkum øll.

Pápi mín plagar at siga, at tað sum ikki er rætt, tað er skeivt. Tað er nokk rætt. Tó so, er tað sum er rætt fyri meg, ikki altíð tað rætta fyri teg. Vit kunnu sagtans hava púra hvør sína lívsáskoðan og vera ósamd um ta mesta og kortini virða hvønn annan. Vit kunnu sagtans hava eitt heitt kjak um átrunað og løtu seinni standa í høllini og heppa saman.

Vit eru so ymisk og lat okkum royna at síggja tað góða í tí.

Um onkur fyri 10 árum síðani, hevði spurt meg, hvar eg sá meg sjálvan um 10 ár, so hevði hetta ikki verið mítt boð. Av øllum sum kundi gitast, so hevði eg ikki ikki gitt, at eg fór at standa her og halda nýggjársrøðuna.

Á Toftum.

Men nú standa vit so her.

Vit standa her saman, á gáttini til eitt nýtt ár.

Tá vit standa á gáttini, eru vit bæði inni og úti.

Vit standa onkursvegna á einum vegamóti.

Hetta kann gerast árið, har vit enduliga taka okkum mót til at gera eitthvørt, sum vit hava hugsa um í longri tíð. Onkur leggur av at roykja. Onkur byrjar at venja, ella í hvussu er keypir sær eitt fitness hald. Kanska verður hetta árið, vit gevast at stremba eftir onkrum. Gevast at renna eftir øllum, sum í veruleikanum ongan týdning hevur. Kanska verður hetta árið, har vit støðga á og byrja at síggja, alt sum vit hava. Alt tað góða rundanum okkum.

Tað er týdningarmikið, at síggja alt tað góða vit hava rundan um okkum. Og tað er einki at ivast í, at í Nes Kommunu er gott at vera. Tað at ikki minni enn trý fólk á Vesturskin eru blivin 100 ár nú í seinastuni, ber eisini boð um, at har er gott at vera.

Vit kunnu fegnast um, at fólk ynskja at búseta seg her saman við okkum. At at lata síni børn vaksa upp júst her.

Tað er ábyrgdin hjá okkum, sum eru her, at taka ímóti teimum, sum koma her til. Lat okkum taka væl ímóti teimum og bjóða teimum við. Lat okkum vísa teimum alt tað góða, sum vit hava her. Lat okkum bjóða teimum við í okkara felagsskap. Ynskja vit, at tilflytarar skulu gerast ein partur av okkara lítla samfelag, mugu bjóða teimum við. -Man kann ikki blíva Toftaligur, um man ikki er saman við toftafólki.

Á gáttini til eitt nýtt ár, mugu vit minnast til at fjálga um góða felagsskapin.

Tann góði felagsskapurin fyribyrgir mongum, ið vit helst vilja sleppa undan. Góðir, sunnir felagsskapir kunnu halda ungdóminum frá leiðum, ið vit ikki ynskja, tey at fara. Vit hava í veruleikanum øll brúk fyri felagsskapi. Onkrum at vera saman við og okkurt at vera saman um.

Í stóran mun megna vit hetta væl á Toftum. Her er nógv at fara til hjá bæði yngri og eldri. Vit hava eitt fantastiskt ungdómshús. Vit hava nógvan ítrótt. Vit hava ein ómetaliga góðan kvøldskúla. Vit hava eitt talvfelag, har man vist nokk eisini kann sjavsa. Vit hava undirhúsið, kvinnufelagið, tilflytarabindiklubb, bátafestival og mentunardagar. Og so eru samkomunar eisini óførar at fjálga um góða felagsskapin.

Vit í Nes Kommuna raðfesta tann góða felagsskapin. -Bæði borgarar og býráðið. Hetta er ikki nakað sum, kemur av sær sjálvum. Og tað liggur nokk nógv meira arbeiði í hesum, enn vit geva okkum far um. Ein tøkk til tykkara, sum hava gingið undan.

Á gáttini til eitt nýtt ár, biði eg tykkum um at lata eina hjálpandi hond

Tað eru nógvar eldsálir í Nes kommunu. Nógvar eldsálir, sum eru virkin í frítíðarfeløgum, ítróttarfeløgum og samkomum. Hetta eru fólk sum ósjálvsøkin skipa fyri tiltøkum, venjingum og tí góða felagsskapinum, sum eru við til at skapa trivna í okkara kommunu. Nógv fáa ágóðan av at venjarar, hjálparfólk og nevndir ár eftir ár brúka sína orku uppá okkara børn og okkara ungdóm. Ótroyttuliga brúka hesi fólkini sína tíð uppá, at halda lív í felagsskapinum.

Hesi fólk eiga eina stóra tøkk frá okkum, men eg haldi, at tað er ikki nóg mikið, at siga teimum tøkk. Vit mugu gera meira, enn at standa á síðulinjuni og bera tøkkir. Vit mugu øll standa saman um hesar felagsskapir og hjálpa teimum, sum gera tað mesta. Øll kunnu vit ikki gera alt, men øll kunnu gera okkurt. Sjálvt um einki bál er her í kvøld, so er nýggjár ofta sett í samband við bál. Og um vit hugsa um felgsskapin sum eitt bál, ja so skal brenni til.  Eitt bál brennir bara, so leingi brenni er har. Tá brenni er uppi, slóknar bálið. Tá bálið er slóknað, er verri at festa í aftur, enn tað er, at halda bálið við líka.

Um vit øll leggja eitt sindur av brenni í bálið, so klára vit at halda loganum brennandi.

So góðu tit øll, lat okkum vera saman um hetta.Tað er so nógv stuttligari og betur, tá vit eru fleiri. Lat okkum øll taka lut í og leggja brenni til bálið. Á henda hátt brenna eldsálirnar ikki út og tann góði felagsskpurin kann halda á fram.

Á gáttin til eitt nýtt ár á Toftum, er mítt hjarta fult.

Eg kann illa standa her og halda ein røðu, uttan at nevna tað, sum mítt hjarta er fult av. Flogbóltsfelagið TERNAN. Eg havi ongantíð havt áhuga fyri ítrótti, men nú kann eg ikki ímynda mær mítt lív, uttan flogbólt. Onkursvegna bleiv hesin felgsskapurin tað, sum skuldi til fyri, at eg sjálv skuldi orduliga skuldi fella til á Toftum.Tað ber næstan ikki til, at seta orð á alt tað, sum eg havi fingið við hesum felgsskapinum. Eg eri komin at kenna tey mest fantastisku fólkini. Tit hava størri týdning fyri hetta lítla bygdasamfelagið, enn eg nakrantíð fái set orð á.

Í gjøgum Ternuna eri eg eisini komin at kenna tey ungu og børnini á Toftum. Størri gáva finst neyvan, enn at sleppa at vera ein evarska lítil partur av lívinum hjá so nógvum børnum og ungum. At síggja hvussu tey mennast og blóma í gjøgnum felagsskapin. Tað eri eg sera takksom fyri.

 

Lat okkum her á gáttini til nýggja árið, minnast til tað sum vit hava, meðan vit hava tað. Vit hava bara hvønn annan og vit eiga bara júst hesa løtuna.

Ferðin inn í nýggja árið, byrjar um eitt lítið bil.

Tá vit fara inn í tað nýggja árið, lat okkum steðga á og síggja alt tað góða, sum er rundan um okkum. Í felagsskapi og samanhaldi finna vit styrkina at møta nýggjum avbjóðingum og gleðast um tað, sum hevur veruligan týdning.

Gott nýggjár øll somul