Á seinasta degi í 2020, og mínum seinasta degi sum borgarstjóri í Nes kommunu, vil eg vegna bygdaráðið takka fyri skjótt farna árið og ynskja øllum eitt eydnuberandi nýggjár.
Vegna Covid 19 virusið, fara vit at minnast árið 2020 sum eitt serstakt ár, har vit stóðu væl saman, í fjarstøðu.
19. desember 2020 fer í søguna sum ein heilt serligur dagur hjá føroyingum og ikki minst hjá okkum í Nes kommunu, tá Eysturoyartunnilin lat upp fyri almennari ferðslu. Tað var hugaligt og stuttligt at vit í kommununi kundu hátíðarhalda henda søguliga dagin við einum væleydnaðum Drive In tiltaki.
Vit gleða okkum til komandi ár, og at tað aftur skal verður møguleiki til at møtast aftur til størri samkomur, t.d. til okkara afturvendandi tiltøk í Nes kommunu, sum Várdagar og Bátafestivalin.
Ein er tíðin at dansa ella alt hevur sína tíð.
Í dag er vaktin hjá mær sum borgarstjóri úti og stafettin verður latin víðari.
Eg eri fegin og takksamur fyri at havi verið so heppin at sleppa at arbeiða saman við ómetaliga dugnaligum og ágrýtnum starvsfólki í Nes kommunu, sum gera alt fyri at tæna borgarunum í kommununi á besta hátt.
Eisini eyðmjúkur um, at mær hevur verið givið álit og fingið møguleikan til at leiða kommununa saman við dugnaligum bygdaráðslimum seinastu 8 árini, og ganga undan í einari felags gongd fram á leið fyri Nes kommunu. Hesi 8 árini hava fyri meg verið sera avbjóðandi, spennandi, lærurík og mennandi.
Eg ynski nýggja borgarstjóranum, Súna í Hjøllum, og nýggja bygdaráðnum blíðan byr í sínum arbeiðið næstu fýra árini. Samstundis vil eg eisini nýta høvið at takka bygdaráðslimum, sum hava siti seinastu 8 árini, fyri gott og gevandi samstarv.
Gott og eydnuberandi nýggjár øll somul.
Jóhannus Danielsen, fráfarandi borgarstjóri