Bygdaráðið í Nes kommunu avsetti í fíggjarætlanini fyri 2020 og í 2021 pening til eina pumputrýstskipan, sum skal bøta um vatntrýstið, m.a. á Brekkukletti, Svangaskarði og á Høganesvegi.
PB Consult hevur veitt kommununi ráðgeving.
Eitt lítið hús, sum hýsir skipanini, er bygt millum vatnbrunnarnar við Regnavegin. Byggivirkið KBH hevur staðið fyri byggingini, meðan Tekniska deild hevur gjørt økið byggiklárt.
Blikksmiðjan hevur sett pumpuskipanina upp, meðan Tekniska deild hevur gjørt leiðingsarbeiðið.
Nú er pumpuskipanin tikin í nýtslu. Nes kommuna fegnast um at hava loyst hesa avboðingina.