Onnur tíðindi

Nes kommunu Cup er sera væl umtókt

Fyrireikarnir høvdu givið pláss til 20 mannfólkalið og 5 kvinnulið. Hjá monnunum bleiv fullteknað og 3 kvinnulið luttóku.

Kappingin er fyri allar borgarar í Nes kommunu og B68 fjepparar í útlegd.

Kappingin var spennandi, gekk væl og nógvir áskoðarar vóru eisin í høllini.

Hjá monnunum vunnu Húskallarnir og hjá kvinnunum vunnu sekkanir.

Høvuðsfyrireikarar hesaferð vóru Hans Erik Danielsen og Ovi Brim.

Her eru liðmyndir frá Nes kommunu Cup 2016: Trýst her

Vinnarar hjá kvinnunum vóru Sekkarnir: Mirjam Huneck Danielsen, Dania Andrasdóttir, Durita Bergsdóttir Nielsen og Birita Bergsdóttir Nielsen.