Nes Kommuna hevur fyrrapartin í dag skrivað undir avtalu við Fíggjarmálaráðið um Talgildu Føroyar. Avtalan inniber, at Nes Kommuna fær atgongd til talgilda undirstøðukervið í Føroyum. Hetta merkir millum annað, at kommunan kann menna talgildar tænastur til sínar borgarar á komandi tænastuportalinum, ið eitur Vangin. Vangin er nýggj føroysk tænasta, har talgildar tænastur frá almennum stovnum og kommunum verða savnaðar á einum stað. Hetta fer at gera tað lættari og tryggari hjá føroyingum at avgreiða egin viðurskifti.
Tað hevur stóran týdning, at Talgildu Føroyar eru kjølfestar breitt í føroyska samfelagnum. Kommunurnar veita í dag føroyingum nógvar tænastur, og tí verður avtalan ein fyrimunur fyri teir gott 1.300 borgararnar í Nes Kommunu, sum skjótt kunnu fáa ágóðan av øllum hentleikunum í Talgildu Føroyum.
Fíggjarmálaráðið fegnast um avtaluna við Nes Kommunu, og at aðrar kommunur nú eisini vísa Talgildu Føroyum áhuga. Hetta hevur við sær, at enn fleiri føroyingar fáa lut í skipaðu og framkomnu loysnunum hjá Talgildu Føroyum. Talgildu Føroyar er fíggjað av landsstýrinum saman við eini røð av fyritøkum, feløgum, Tórshavnar Kommunu og nú eisini Nes Kommunu.
Talgildu Føroyar samstarva í løtuni við átta ymiskar stovnar um at menna talgildar tænastur á Vanganum. Fyrireikandi arbeiðið er longu byrjað við aðrar stovnar. Harumframt eru almennir stovnar, privatar fyritøkur og føroysku peningastovnarnir farin undir fyrireikingarnar at taka Samleikan í nýtslu. Seinni í ár verða loysnirnar klárar at bjóða øllum føroyingum at nýta.
Tíðindaskriv frá FMR