Onnur tíðindi

Nes kommuna og RTS hava undirskrivað sáttmálan

Um middagsleitið í dag undirskrivaði Súni í Hjøllum, borgarstjóri, vegna Nes kommunu og Svend Lamhauge, vegna RTS, nýggjan sáttmála um arbeiðið at leingja grótverjuna í Oyrunum við umleið 180 m.

Fyrr í summar undirskrivaðu partarnir sáttmála um at leingja grótverjuna 80-90 m. Grótið, umleið 38.000 rúmmetrar,  verður fingið til vega í bakkanum norðan fyri Saltsøluna. Tá varð eisini tilskilað, at um íbúðarverkætlanin á Regnavegnum gjørdist veruleiki, so skuldu partarnir aftur samráðast um útlegging av gróti frá tí økinum.

Mánakvøldið samtykti bygdaráðið at selja eini byggifyritøku lendið við Regnavegin, áleið 8.800 fermetrar, til íbúðarbygging. Í tí søluavtaluni er treytað, at kommunan eigur grótið, men skal bert gjalda fyri flutningin av grótinum oman í Oyrarnar. Grótnøgdin í tí økinum verður mett til 70.000 rúmmetrar.

Tað verður mett, at samlaða grótnøgdin, áleið 108.000 rúmmetrar, fer at røkka til at leingja grótverjuna í Oyrunum 180 metrar.

LBF og Terra eru ráðgevandi hjá Nes kommunu. LBF hevur gjørt projekteringsarbeiðið og fer at hava eftirlitið, meðan Terra útvegar neyðug loyvi.

Verkætlanin, sum hevur til endamáls at fáa kyrru í Oyrahavnina og leggja lunnar undir at gera Oyrarnar til eitt maritimt miðstaðar- og trivnaðarøki, fer at kosta umleið 13 mió. kr.