Seinastu árini hevur fólkavøksturin í Nes kommunu verið stórur. Í morgun kundi staðfestast, at tað búgva 1502 fólk í Nes kommunu, sum tí kann velja at taka sær býaarheiti.
- januar 2018 búðu 1279 fólk í Nes kommunu; sostatt er fólkatalið hækkað við 223 fólkum, ella ein vøkstur á 17,4 % seinastu fimm árini.
Í januar ætlar bygdaráðið at hátíðarhalda býarheitið við einum tiltaki fyri íbúgvunum.