Onnur tíðindi

Nes kommuna á ferðavinnumessu

Árliga ferðavinnumessan Vestnorden bleiv sett í Havn í morgun. Nes kommuna er við á messuni og er tað Óla Kristian á Torkilsheyggi sum umboðar kommununa. Nes kommuna hevur avtalu við Navia v/ Óla Kristian á Torkilsheyggi um at reka ferðavinnuskrivstovu í kommununi.

Føroyar, Ísland og Grønland skiftast um at skipa fyri messuni. Í ár eru 382 luttakarar úr 23 londunum við á messuni. Tað er størsta luttøkutalið ið nakrantíð hevur verið.

Klokkan 10 byrjaðu fundir, har seljarar úr teimum trimum londunum hitta keyparar úr øllum heiminum.

Seinnapartin fara luttakararnir at ferðast kring landið við føroyskum ferðaleiðarum.  Endamálið er at vísa luttakarunum so nógv av landinum sum gjørligt. 25 av luttakarunum vitja í Nes kommunu seinnapartin.

Í kvøld er móttøka í Sjóvinnuhúsinum, sum Tórshavnar Kommuna stendur fyri.
Í morgin eru fundir á skránni allan dagin. Vestnorden endar við einum døgurða á Hotel Føroyum í annaðkvøld.

Tað er Visit Faroe Islands, saman við 62N, sum skipar fyri tiltakinum í Føroyum.
Vestnorden er fyri innbodnum úr ferðavinnuni.

Álvur Haralsen á Sosialinum hevur tikið myndina, sum kommunan hevur fingið loyvi til at brúkt.