Onnur tíðindi

Nes kommunu cup´19

Frá fyrireikarunum verður sagt, at 28. desember er dagurin tá ið Nes Kommunu Cup er á skránni í Tofta skúla.

Fyrsta kappingin var í 2012, og er hetta sostatt áttanda árið at skipað verður fyri hugnaligasta tiltaki Føroya.

Endamálið við kappingini er, at virka fyri hugna og trivnaði í Nes kommunu.
Eftirmetingarnar bera boð um at hetta er eydnast. Tó, altíð ber til at gera okkurt betri. Takk fyri bøtandi hendur gjøgnum árini.

Fyriskipararnir kunnu staðfesta, at áhugin er stórur – eisini frá fólki aðrastaðni – men til tess at halda fast í áðurnevnda endamáli, ber ikki til hjá øllum at luttaka. Hugnaligasta tiltak Føroya er ætlað fólki við tilkýti til Nes kommunu.
Hugaligt er tað at uppliva, at okkara útisetar og fráflytarar seta sær dagin av, soleiðis at til ber at halda fast við tær røtur, ið góvu og enn geva so nógv. Og tað er at fegnast um, at fólkið á staðnum tekur so væl undir við tiltakinum og leitar sær oman í hugnaligu miðhøll skúlans, har kaffi og gott prát er á menu’ini.

Fyriskiparar bera stuðlum, hjálparfólki og luttakarum eina hjartans tøkk fyri undanfarin ár. Og vit lýta við spenningi fram ímóti degnum, tá ið áttanda tiltakið verður fyriskipað.

Í ár hava fyriskipararnir valt at seta talið av liðum niður á 18 lið.
Hetta er fyri at geva pláss fyri einari legendukapping millum bólkaspælið og endaspælið. Meira um tað seinni.

Vit síggjast 28. desember í Tofta skúla.