Onnur tíðindi

Navia keypt alla føroyska 1. flokks ull frá 2016

Tíðindaskriv frá Navia:

Í mong ár er ov nógv ull blivin burturbeind. Hetta hevur verið óheppið fyri bæði umhvørvið og umdømið hjá okkum føroyingum. Fyri at venda hesari gongd, so hevur Navia, Búnaðarstovan og Fiskimálaráðið gjørst eina samstarvsavtalu, har ið endamálið er at bjarga føroysku ullini.

Uppgávan hjá Navia hevur verið at menna og virka føroysku ullina til vørur, sum eru nýbrot innan føroyskt tógv og troyggjur. Í hesum sambandi hevur Navia við nýggjari tøkni ment 2 nýggj 100% føroysk tógvsløg, sum ongantíð fyrr hava verið á føroyska marknaðinum. Atlit er eisini tikið til at hesar vørur kunnu seljast altjóða.

Framtíðin hjá føroysku ullini liggur í at kundarnir eftirspyrja vørur, ið eru framleiddar úr føroysku ullini. Tískil var tað sera umráðandi fyri Navia at koma við nýggjum tógvsløgum, umframt at Navia hevur gjørt eina nýggja bindibók, ið stuðlar søluna av hesum tógnum. Eisini eru fleiri troyggjur framleiddar úr 100% føroysku ullini, sum hava verið sera væl umtóktar av ferðafólkum og føroyingum sum heild.

Tiltak í SMS

Í døgunum 20. 21. og 22. Septembur hevur Navia eitt stórst tiltak á Torginum í SMS. Heitið fyri hetta tiltak er (Hvat verður føroyska ullin virkað til) Møguleiki verður hjá øllum vitjandi at síggj og merkja hesi nýggju nýbrot ið Navia veitir.