Onnur tíðindi

Námsfrøðilig stuðulsstørv í Tofta skúla

Námsfrøðilig stuðulsstørv í Tofta skúla

Søkt verður eftir
• 1 námsfrøðingi í tíðaravmarkað starv, vegna farloyvi, skúlaárið 2024/2025 við
setanarbroti 0,51, ið verður knýttur at næmingum í innskúlingini, miðdeildini og
hádeildini.

• 1 námsfrøðingi í tíðaravmarkað starv, skúlaárið 2024-2025 við lønarbroti 0,23, við
møguleika at fáa fleiri tímar í Frítíðarskúlanum í Nes kommunu. Námsfrøðingurin
verður knýttur at næmingi í innskúlingini.

Skúlanum tørvar stuðlar, ið eru arbeiðshugaðir, nærlagdir, samstarvshugaðir, taka ábyrgd og
síggja møguleikar.

Tann, ið settur verður, skal hava námsfrøðiliga útbúgving ella royndir sum námsfrøðiligur
stuðul. Um eingin námsfrøðingur søkir, verður starvið skipað sum hjálparfólkastarv.

Tann, ið settur verður, eigur at tola broytingar í starvinum í setanartíðarskeiðinum.

Endaligt tímatal verður ásett eftir 15. september.

Lønar og setanartreytir:
Námsfrøðinga- ella hjálparfólkastarvið er sáttmálasett, lønt sambært sáttmála millum Føroya
Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið. Námsfrøðingar verða løntir í lønarflokki 11-24.
Hjálparfólk verða lønt í lønarflokki 3-9.

Umsóknir, við c.v. og avriti av prógvum, skulu sendast til tof@skulin.fo og verða
skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi 21. juni kl. 12.00.

Nærri fæst at vita um størvini frá Olafi Magnussen, virkandi skúlastjóra, á tlf. 56 50 15
___________________________________________________________________________
Tofta skúli hevur komandi skúlaár 207 næmingar í 1. – 10. fl.
Tú kanst lesa meira um okkum á heimasíðuni www.toftaskuli.fo