Aftur í ár skipar næmingaráðið í Tofta skúla fyri grækarismessuhaldi.
Í ár verður Grækarismessuhaldið hildið fríggjadagin 10. mars kl. 11.00 inni í miðhøllini í Tofta skúla
Næmingur úr Tofta skúla heldur røðu. Eisini verður felagssangur á skránni.
Øll eru hjartaliga vælkomin, eisini sjálvt um haldið verður inni í ár.
Næmingaráðið í Tofta skúla.